Nýrakatetur - Nýleggjan
Eitt nýrakatetur er eitt tunt plastikrør, sum verður ført inn í nýrakokuna, soleiðis at landið kann førast frá nýranum ígjøgnum slanguna og út i ein posa, sum verður bundin um beinið. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar til, at tørvur er at leggja eitt nýrakatetur.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Tygum verða biðin um at møta á B6 kl. 08.00 kanningardagin.
Møt fastandi
Tað er umráðandi, at tú møtir fastandi á B6. Ert tú ikki fastandi, kunnu vit verða noydd at útseta viðgerðina, og tí er týdningarmikið, at tú fylgir boðunum.
Tú skalt vera fastandi í minsta lagið 6 tímar áðrenn viðgerðina.
Heilivágur
Tekur tú blóðtynnandi heilivág, skalt tú venda tær til ávísandi lækna/ambulatoriið fyri at tryggja, at nýrakatetrið kann leggjast uttan vanda fyri bløðing. Møguliga verður tú biðin um at steðga við blóðtynnandi heiliváginum nakrar dagar frammanundan. Avtalað samstundis, nær tú kanst byrja at taka blóðtynnandi heilivágin aftur.
Tak blóðroyndir
Okkum tørva hesar blóðroyndir áðrenn viðgerðina:
- Hæmoglobin (Hgb)
- Trombocyttar
- INR
- P-kreatinin
- BAS-test
Blóðroyndirnar mugu ikki vera eldri enn 2 dagar.
Tú skalt venda tær til ávísandi lækna/ambulatoriið, sum skal útflýggja blóðroyndarseðilin.
Undir viðgerð
Ein radiografur og røntgenlækni gjøgnumlýsa fyrst økið við einum røntgentóli, og skapa yvirlit yvir besta háttin at leggja kateturið. Undir sterilum umstøðum fært tú lagt lokaldoyving, soleiðis at tú ikki merkir pínu, tá ið kateturið verður lagt inn. Tú merkir eitt prik, og tað kann spenna eitt sindur undir húðini. Tá ið lokaldoyvingin virkar, ger røntgenlæknin eitt lítið op í húðini, sum kateturið skal inn ígjøgnum. Við ultraljóð vegleiðing, verður ein nál stungin inn í nýrakokuna, og síðani verður kateturi lagt inn. Hugt verður við gjøgnumlýsing (røntgen) ímeðan skuggaevni (kontrast) verður sprænt inn í kateturið fyri at tryggja, at tað liggur væl. Tað verður síðani heft á húðina við plástri, og fest til drenposan.
Viðgerðin tekur uml. 1 - 1½ tíma tilsamans.
Eftir viðgerð
Innleggjan á B6
Tygum innleggjast á B6 til dagin eftir. Blóðtrýst og pulsur verða mátað við jøvnum millum bilum, og tú fært at vita á deildini, nær tú kanst fara upp at ganga. Harumframt taka starvsfólk á deildini støðu til, nær tú kanst útskrivast. Í einkultum førum kunnu trupulleikar forða fyri, at tú sleppur heim til ætlaða tíð. Í so fall tosar starvsfólk á B6 við teg um tað. Tað kann tildømis vera, um bruni kemur í, at drenið ikki virkar, sum tað skal o.a.
Eftir útskrivan
Blívur stungustaðið heitt, hovið og sæst roði, kann tað vera tekin uppá bruna, og tá skalt tú venda tær til tín kommunulækna. Somuleiðis um tú fært fepur.
Er tað uttanfyri viðtalutíð, skalt tú venda tær til læknavaktina á tlf.: 1870.
Uppfylging
Permanent katetur
Skal nýrakatetrið liggja permanent, verður tað vanliga skift 3. hvønn mánaða. Tú fært nýggja tíð til skift, áðrenn tú fert av Røntgendeildini. Nærri kunning kann lesast her.
Fyribils katetur
Er katetrið ein fyribils viðgerð, avgerð læknin, sum hevur teg undir hond, nær tað skal takast úr aftur.
Gerst katetrið óvirkið ella dettur tað úr, skalt tú beinanvegin venda tær til læknan, sum hevur teg undir hond. Er tað uttanfyri viðtalutíð, skalt tú venda tær til læknavaktina á tlf.: 1870.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.
Samband
Deild
Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum2. hædd í B bygninginum
Leiðandi starvsfólk
Lisa FrederiksbergLisa.Frederiksberg@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.