Landssjúkrahúsið

Nýggja mjødn

Sjúklingar, sum hava pínu í mjødn orsakað av slitgikt, liðagikt, mjadnarbrot ella íborna mjadnasjúku, hava í mong ár fingið hesa royndu skurðviðgerð.

Tú fært bræv sendandi, har boðað verður frá, nær tú skalt møta til samrøðu og kanningar í sambandi við skurðviðgerðina.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Undan skurðviðgerðini er umráðandi:

  • at tú ert virkin hvønn dag
  • at tú etur heilsugóðan og proteinríkan kost
  • at tú ikki roykir ella drekkur rúsdrekka
  • at tenninar eru kannaðar hjá tannlækna fyri at tryggja, at tær eru í góðum standi, og at eingin fjaldur bruni er
  • at húðin er heil, at tú ikki hevur sár
  • at aðrar sjúkur, sum tú møguliga hevur, t.d. høgt blóðtrýst ella sukursjúka, eru væl reguleraðar. 

Hetta hevur týdning fyri lekingina, soleiðis at tú kemur fyri teg sum skjótast.

Fyrireiking til innlegging:

  • tú skalt hava klæðir við, sum eru løtt at fara í og úr, t.d. joggingbuksur og góðar skógvar
  • mælt verður til, at prýðislutir og peningur eru eftir við hús
  • loyvt er at hava farteldu og fartelefon. Tó skal hetta ikki vera til ampa fyri onnur
  • kvøldið fyri innleggingardagin skalt tú fara í bað
  • tú skalt ikki nýta neglalakk, húðkrem ella smyrsl.

Umráðandi:

  • tú skalt fasta frá midnátt, hvørki eta, drekka ella roykja.
Undir viðgerð

Mjadnaskál og mjadnarhøvd verða skift. Í flestu førum verður Exeter protesa nýtt, sum hevur mjadnarskál av polyethylen og lærbeins-komponent av stáli. Protesan verður sett føst við beinsementi. 

Skurðviðgerðin varir umleið 2 tímar.

Eftir viðgerð

Eftir skurðviðgerðina verður tú koyrd/-ur í viðrakning til eygleiðingar. Sjúkrarøktarfrøðingur hyggur eftir blóðtrýsti, pulsi, andadrátti, bløðing, pínu, vamli og øðrum, og um neyðugt, verður heilivágur givin.

Viðrakningartíðin kann vara frá einum til fleiri tímar.

Ikki er loyvt at fáa vitjan í viðrakning uttan undir serligum umstøðum.

Tá ið tú kemur aftur á deildina, verður skurðstaðið eftirhugt, og spurt verður, um tú hevur pínu. Blóðtrýst, pulsur, temperaturur og súrevni verða mátað javnan, meðan tú ert innløgd/innlagdur.

Tú fært at eta og drekka, og tú verður hjálpt/-ur upp at standa og at ganga á staðnum sama dag.
Tú fært heilivág eftir tørvi, meðan tú ert innløgd/innlagdur. Vit taka blóðroyndir eftir skurðviðgerðina, fyri at kanna um tú hevur blóðtrot ella bruna.

Í summum førum kann mjødnin fara úr lið, og tí er umráðandi, at tú ert varin í rørslu sum fyriskrivað.
Í øðrum førum kann iskiasnervin skalast undir skurðviðgerðini. Hetta kann minka um kennisemi og kann geva droppfót. Hetta kemur tó sjáldan fyri. 
Tað kann koma fyri, at neyðugt er við innleggi í skónum, tí skurðviðgjørda beinið er vorðið nakað longri. Hetta kannar skurðlæknin, tá tygum koma til eftirlit tríggjar mánaðir eftir skurðviðgerð.

Innleggingartíðin er umleið 1-2 dagar
- Tú fært hjálp til persónligt reinføri og seinni hjálp eftir tørvi.
- Tað er umráðandi at tú sigur frá, um tú ikki følir teg væl, t.d. hevur vaml ella pínu.
- Fyrsta dag skalt tú ganga inni á stovuni og út á vesið. Sum frálíður gongur tú longri teinar.
- Stórur dentur verður lagdur á, at tú situr uppi og etur, og ert uppi mest møguligt.
- Fysioterapeutur leiðbeinir og venur við tær dagliga.
- Tú venur sjálvur dagliga.
- Tú fært proteinríkan drykk dagliga.
- Tú fært vegleiðing í nýtslu av hjálpartólum.
- Røntgenmyndir verða tiknar 1. ella 2. dagin eftir skurðviðgerðina.

Áðrenn tú fert heim, skalt tú klára at:
- Fara úr og í song.
- Reisa og seta teg.
- Persónliga røkt.
- Ganga sjálvstøðugt við hjálpartóli.
- Ganga trappur.

Møgulig hjáárin
Ofta hovnar skurðviðgjørda beinið. Tá hjálpir at skifta ímillum at ganga og at sita við beininum uppi og at hækka fótalagið í songini. Um hetta ikki er nóg mikið fært tú stuðulssokk. 
Um beinið gerst hovið og reytt, og tú hevur pínu, kann hetta vera tekin um bruna ella blóðtøpp í beininum. Set teg í samband við lækna, um so er.

Uppfylging

Aftaná útskriving
Pentur skulu takast eftir 14 døgum. Bið um tíð hjá kommunulækna. Hetta kann eisini gerast á hvíldarheiminum, um tú ert innløgd/innlagdur har.
Tú fært resept fyri pínulinnandi og blóðtynnandi heilivág. Blóðtynnandi heilivágurin skal takast í 28 dagar.
Sjúkraváttan verður skrivað til 2-3 mánaðir, alt eftir hvat tú starvast við.
Tú fært tíð í skurðambulatoriinum tríggjar mánaðir eftir skurðviðgerðina. 
Um neyðugt verður biðið um heimarøkt til tín.
Avtalað verður tíð til ambulanta fysioterapi. 

Heima 
Tú kanst rokna við at vera móð/-ur ta fyrstu tíðina eftir skurðviðgerðina, men sum frálíður fært tú tað betur. 
Trygdareftirlitið, t.d. á flogvøllum, kann fara í gongd av metalinum í protesuni. Tú greiðir frá, at tú ert skurðviðgjørd/-ur í mjødnini. 

Góð ráð

  •  Ger ikki ov nógv av, tá ið tú gongur ella venur.
  • Tær fyrstu seks vikurnar er best at sova á rygginum.
  •  Hav altíð ein kodda ímillum knøini, um tú svevur á liðini, so beinini ikki krossast. Hetta er galdandi í tríggjar mánaðir.
  •  Nýt skrákoddan í tríggjar mánaðir, tá tú situr, og eisini tá tú ert ferðandi í bili.
  •  Tú skalt ikki sjálv/-ur koyra bil fyrstu seks vikurnar eftir skurðviðgerðina, men skalt sita framman sum ferðandi.
  •  Um tú fært pínu í mjødnina, tá tú lyftir okkurt tungt, skalt tú lata vera.
  •  Brúka stól við armstuðli, og brúka armstuðulin at styðja teg við, tá tú reisir teg upp ella setur teg niður.
  •  Tú kanst súkkla eftir seks vikum. Tó eigur tú at hugsa um avmarkingar í rørslu.
  • Nýt tong at taka upp av gólvinum við.
  • Tú kanst byrja samlív aftur eftir førimuni.
  • Tú eigur at siga tannlækna og lækna frá, at tú hevur skift mjødn. Um illgruni er um bruna, metir kommunulæknin um viðgerð er neyðug.

Venjingar og góð ráð frá fysioterapideildini
Fyrstu 3 mánaðirnar er umráðandi, at tygum:

  • Ikki boyggja skurðviðgjørdu mjødnina meira enn 90 stig
  • Ikki sita við krosskastaðum beinum
  • Ikki snara skurðviðgjørda beininum inná

Tey bæði seinnu eru galdandi restina av lívinum

Meðan tú ert á sjúkrahúsinum kemur ein fysioterapeutur at hjálpa tær við venjingum. Hesar venjingar skulu gerast hvønn dag í 3 mánaðir, og tú økir sjálv/ur um talið. 
Tú skalt arbeiða fram ímóti at gera venjingarnar 3 ferðir um dagin, hvørja venjing 10 ferðir. Ein gongutúrur afturat er gott, men kann ikki koma í staðin fyri venjingar. 

At ganga við høkjum
Tað er pína ella gongulag, sum avger, um tú nýtir eina ella tvær høkjur. Tá ið tær bert nýtist eina, skal høkjan vera á frísku síðuni.

At ganga í trappum
Upp: Fyrst fríska beinið, síðani høkju og skurðviðgjørda beinið.
Niður: Fyrst høkju, síðani skurðviðgjørda beinið og síðani fríska beinið.
Tá ið pína loyvir tí, kanst tú ganga vanligt í trappu.

Samband

Deild

Skurðseingjadeild G4
J. C. Svabosgøta 41-49, 100 Tórshavn
Bygningur G, hædd 4

Vitjanartíð

15:00-16:00
19:00-20:00

Leiðandi starvsfólk

Birgit Mohr , deildarleiðari
birmo@ls.dfo
Jenny í Gong , varaleiðari
jenig@ls.fo
Maria Thorkildshøj , varaleiðari
marth2@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós