Nýggja mjødn
Sjúklingar, sum hava pínu í mjødn orsakað av slitgikt, liðagikt, mjadnarbrot ella íborna mjadnasjúku, hava í mong ár fingið hesa royndu skurðviðgerð.
Tú fært bræv sendandi, har boðað verður frá, nær tú skalt møta til samrøðu og kanningar í sambandi við skurðviðgerðina.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Undan skurðviðgerðini er umráðandi:
- at tú ert virkin hvønn dag
- at tú etur heilsugóðan og proteinríkan kost
- at tú ikki roykir ella drekkur rúsdrekka
- at tenninar eru kannaðar hjá tannlækna fyri at tryggja, at tær eru í góðum standi, og at eingin fjaldur bruni er
- at húðin er heil, at tú ikki hevur sár
- at aðrar sjúkur, sum tú møguliga hevur, t.d. høgt blóðtrýst ella sukursjúka, eru væl reguleraðar.
Hetta hevur týdning fyri lekingina, soleiðis at tú kemur fyri teg sum skjótast.
Fyrireiking til innlegging:
- tú skalt hava klæðir við, sum eru løtt at fara í og úr, t.d. joggingbuksur og góðar skógvar
- mælt verður til, at prýðislutir og peningur eru eftir við hús
- loyvt er at hava farteldu og fartelefon. Tó skal hetta ikki vera til ampa fyri onnur
- kvøldið fyri innleggingardagin skalt tú fara í bað
- tú skalt ikki nýta neglalakk, húðkrem ella smyrsl.
Umráðandi:
- tú skalt fasta frá midnátt, hvørki eta, drekka ella roykja.
Undir viðgerð
Mjadnaskál og mjadnarhøvd verða skift. Í flestu førum verður Exeter protesa nýtt, sum hevur mjadnarskál av polyethylen og lærbeins-komponent av stáli. Protesan verður sett føst við beinsementi.
Skurðviðgerðin varir umleið 2 tímar.
Eftir viðgerð
Eftir skurðviðgerðina verður tú koyrd/-ur í viðrakning til eygleiðingar. Sjúkrarøktarfrøðingur hyggur eftir blóðtrýsti, pulsi, andadrátti, bløðing, pínu, vamli og øðrum, og um neyðugt, verður heilivágur givin.
Viðrakningartíðin kann vara frá einum til fleiri tímar.
Ikki er loyvt at fáa vitjan í viðrakning uttan undir serligum umstøðum.
Tá ið tú kemur aftur á deildina, verður skurðstaðið eftirhugt, og spurt verður, um tú hevur pínu. Blóðtrýst, pulsur, temperaturur og súrevni verða mátað javnan, meðan tú ert innløgd/innlagdur.
Tú fært at eta og drekka, og tú verður hjálpt/-ur upp at standa og at ganga á staðnum sama dag.
Tú fært heilivág eftir tørvi, meðan tú ert innløgd/innlagdur. Vit taka blóðroyndir eftir skurðviðgerðina, fyri at kanna um tú hevur blóðtrot ella bruna.
Í summum førum kann mjødnin fara úr lið, og tí er umráðandi, at tú ert varin í rørslu sum fyriskrivað.
Í øðrum førum kann iskiasnervin skalast undir skurðviðgerðini. Hetta kann minka um kennisemi og kann geva droppfót. Hetta kemur tó sjáldan fyri.
Tað kann koma fyri, at neyðugt er við innleggi í skónum, tí skurðviðgjørda beinið er vorðið nakað longri. Hetta kannar skurðlæknin, tá tygum koma til eftirlit tríggjar mánaðir eftir skurðviðgerð.
Innleggingartíðin er umleið 1-2 dagar
- Tú fært hjálp til persónligt reinføri og seinni hjálp eftir tørvi.
- Tað er umráðandi at tú sigur frá, um tú ikki følir teg væl, t.d. hevur vaml ella pínu.
- Fyrsta dag skalt tú ganga inni á stovuni og út á vesið. Sum frálíður gongur tú longri teinar.
- Stórur dentur verður lagdur á, at tú situr uppi og etur, og ert uppi mest møguligt.
- Fysioterapeutur leiðbeinir og venur við tær dagliga.
- Tú venur sjálvur dagliga.
- Tú fært proteinríkan drykk dagliga.
- Tú fært vegleiðing í nýtslu av hjálpartólum.
- Røntgenmyndir verða tiknar 1. ella 2. dagin eftir skurðviðgerðina.
Áðrenn tú fert heim, skalt tú klára at:
- Fara úr og í song.
- Reisa og seta teg.
- Persónliga røkt.
- Ganga sjálvstøðugt við hjálpartóli.
- Ganga trappur.
Møgulig hjáárin
Ofta hovnar skurðviðgjørda beinið. Tá hjálpir at skifta ímillum at ganga og at sita við beininum uppi og at hækka fótalagið í songini. Um hetta ikki er nóg mikið fært tú stuðulssokk.
Um beinið gerst hovið og reytt, og tú hevur pínu, kann hetta vera tekin um bruna ella blóðtøpp í beininum. Set teg í samband við lækna, um so er.
Uppfylging
Aftaná útskriving
Pentur skulu takast eftir 14 døgum. Bið um tíð hjá kommunulækna. Hetta kann eisini gerast á hvíldarheiminum, um tú ert innløgd/innlagdur har.
Tú fært resept fyri pínulinnandi og blóðtynnandi heilivág. Blóðtynnandi heilivágurin skal takast í 28 dagar.
Sjúkraváttan verður skrivað til 2-3 mánaðir, alt eftir hvat tú starvast við.
Tú fært tíð í skurðambulatoriinum tríggjar mánaðir eftir skurðviðgerðina.
Um neyðugt verður biðið um heimarøkt til tín.
Avtalað verður tíð til ambulanta fysioterapi.
Heima
Tú kanst rokna við at vera móð/-ur ta fyrstu tíðina eftir skurðviðgerðina, men sum frálíður fært tú tað betur.
Trygdareftirlitið, t.d. á flogvøllum, kann fara í gongd av metalinum í protesuni. Tú greiðir frá, at tú ert skurðviðgjørd/-ur í mjødnini.
Góð ráð
- Ger ikki ov nógv av, tá ið tú gongur ella venur.
- Tær fyrstu seks vikurnar er best at sova á rygginum.
- Hav altíð ein kodda ímillum knøini, um tú svevur á liðini, so beinini ikki krossast. Hetta er galdandi í tríggjar mánaðir.
- Nýt skrákoddan í tríggjar mánaðir, tá tú situr, og eisini tá tú ert ferðandi í bili.
- Tú skalt ikki sjálv/-ur koyra bil fyrstu seks vikurnar eftir skurðviðgerðina, men skalt sita framman sum ferðandi.
- Um tú fært pínu í mjødnina, tá tú lyftir okkurt tungt, skalt tú lata vera.
- Brúka stól við armstuðli, og brúka armstuðulin at styðja teg við, tá tú reisir teg upp ella setur teg niður.
- Tú kanst súkkla eftir seks vikum. Tó eigur tú at hugsa um avmarkingar í rørslu.
- Nýt tong at taka upp av gólvinum við.
- Tú kanst byrja samlív aftur eftir førimuni.
- Tú eigur at siga tannlækna og lækna frá, at tú hevur skift mjødn. Um illgruni er um bruna, metir kommunulæknin um viðgerð er neyðug.
Venjingar og góð ráð frá fysioterapideildini
Fyrstu 3 mánaðirnar er umráðandi, at tygum:
- Ikki boyggja skurðviðgjørdu mjødnina meira enn 90 stig
- Ikki sita við krosskastaðum beinum
- Ikki snara skurðviðgjørda beininum inná
Tey bæði seinnu eru galdandi restina av lívinum
Meðan tú ert á sjúkrahúsinum kemur ein fysioterapeutur at hjálpa tær við venjingum. Hesar venjingar skulu gerast hvønn dag í 3 mánaðir, og tú økir sjálv/ur um talið.
Tú skalt arbeiða fram ímóti at gera venjingarnar 3 ferðir um dagin, hvørja venjing 10 ferðir. Ein gongutúrur afturat er gott, men kann ikki koma í staðin fyri venjingar.
At ganga við høkjum
Tað er pína ella gongulag, sum avger, um tú nýtir eina ella tvær høkjur. Tá ið tær bert nýtist eina, skal høkjan vera á frísku síðuni.
At ganga í trappum
Upp: Fyrst fríska beinið, síðani høkju og skurðviðgjørda beinið.
Niður: Fyrst høkju, síðani skurðviðgjørda beinið og síðani fríska beinið.
Tá ið pína loyvir tí, kanst tú ganga vanligt í trappu.
Samband
Deild
Skurðdeildin á Klaksvíkar SjúkrahúsLeiðandi starvsfólk
Anna Maria Dahlannam@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.