NO-kanning - at máta nitrogenoxid í útandingarluft
Niðanfyri er kunning til tykkara, ið hava astma og koma til ambulant kontrol í Lungnaambulatoriinum til NO-kanning.
NO-mátingar verða gjørdar við einum NO-tóli, ið mátar smáar nøgdir av nitrogenoxid í útandingarluftini.
Broyting av NO-talinum verður nýtt at halda eyga við, um astmaviðgerðin er nøktandi. Normaløkið av NO er millum 5-25ppb. Hóast tú hevur astma og hevur tað gott í andaleiðunum, er ikki vist, at NO talið liggur í normaløkinum.