Nervaferðkanning av ørmum og/ella beinum
Nervaferðkanningin er partur av neurofysiologiini. Neurofysiologiin er sergrein undir neurologiini, ið nýtir ymiskar elektriskar mátingarhættir at finna útav, um sjúka er í heilanum, mønuni, nervum ella vøddum.
Nervaferðkanningin verður eisini nevnd Karpaltunnil-kanning ella ENG-kanning, ið er stytting fyri elektroneurografi. Endamálið er at kanna, um tað eru broytingar í nervunum í ørmum og/ella beinum, og verður kanningin nýtt at útgreina ymsar sjúkur í nervum, eitt nú nervabruna, og um nervar eru í klemmu. Karpaltunnil-kanningin kannar um nervin, ið gongur ígjøgnum Karpaltunnulin í hondliðinum, er í klemmu.