Suðuroyar Sjúkrahús

Munnstimulering til børn og vaksin

Ergo- og fysioterapiin bjóðar munnstimulerandi venjingar til børn og vaksin. Hjá  vaksnum er viðgerðin oftast neyðug orsakað av partvísum lammilsi. Hjá børnum er orsøkin oftast vantandi munnmotorik og talu.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Kommunulækni sendir Ergo- og fysioterapiini eina ávísing. Tú fært eina tíð frá okkum. Er talan um børn, skulu vaksin sjálvsagt vera við. Ergoterapeutur tekur ímóti tykkum.

Undir viðgerð

Vit byrja við eini samrøðu, har tú greiðir frá støðuni hjá tær ella barninum. Ergoterapeuturin ger sínar grundleggjandi kanningar, og leggur síðani til rættis eina venjingarskrá. Tú venur tvær ferðir um vikuna og fært boð um at gera heimavenjingar. Tað kemur fyri, at børn eru sensitiv í munninum, og tískil kann tað vera trupult at síggja inn í munnin. Av tí sama kunnu venjingarnar taka longri tíð. Ein venjingartími er vanliga 60 min.

Eftir viðgerð

Vit venja tvær ferðir um vikuna, og venjingin varar umleið 3-6 mánaðir. Meðan venjingarnar fara fram, fáa foreldur undirvísing í, hvussu tey eiga at styrkja munn, svølg og talu hjá barninum. Eru eingi sjónlig framstig eftir seks mánaðir, tosa vit saman aftur og rætta møguliga ávísingina til annan stovn til nærri útgreinan. Vit samstarva vanliga við talulærara.

Uppfylging

Ein mánað eftir at tú ert givin við venjingunum, skalt tú ringja til okkara og siga frá støðuni. Er støðan ikki nøktandi, fært tú tíð til nýggja viðtalu, og vit tosa saman um, hvussu vit síðani skulu fara fram við viðgerðini.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós