Mammomat
Landssjúkrahúsið

Mammografi

Ein klinisk mammografi er ein kanning av bróst og armholum, og kann m.a. vísa góðkynjaðar knyklar, vætu og krabbameinsknyklar. Kanningin fevnir um røntgenmyndir, eina kanning har ein brósta røntgenlækni merkir eftir bróstunum, umframt eina ultraljóð skanning.

Um tú skalt til kliniska mammografi, er neyðugt við ávísing frá kommunulækna ella serlækna.

G.G. borgarir undir 30 ár verða bert kannaðir við ultraljóði, uttan so at brósta røntgenlæknin metir, at tað eisini er neyðugt at taka røntgenmyndir.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Heilivágur
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, so tú kanst taka tín heilivág sum vanligt.

Við barn ella gevur bróst
Um tú ert kvinna og ert, ella ivast um tú ert við barn, boða okkum frá í góðari tíð, tí tað kann ávirka hvussu/hvør kanning verður gjørd. Gevur tú bróst, er týdningarmikið, at tú tømir bróstini væl áðrenn kanningina.

Myndagóðska
Við atliti til myndagóðskuna og starvsfólki er týdningarmikið, at tú ikki nýtir krem, talkum, deodorant og parfumu á kanningardegnum.

Undir kanning

Bróstið verður kleimt ímillum tvær plátur, og síðan verður røntgen mynd tikin. Hetta tekur bert nøkur sekund, og síðan sleppur plátan bróstinum aftur. Vanliga verða 2 myndir tiknar av hvørjum brósti, men tað kann tó koma fyri, at fleiri myndir skulu takast.

Ein brósta røntgenlækni hyggur at myndunum, og síðani kemur tú til eina ultraljóðskanning, har læknin eisini merkir eftir bróstunum. Les meir um ultraljóðskanning her.

Í onkrum føri er neyðugt at taka eina vevnaðarroynd (biopsi), sum verður send til Ríkissjúkrahúsið at greinast. Í so fall, taka vit vevnaðarroyndina á kanningardegnum. Les meira um hetta her.

Kanningartíðin kann verða ímillum 20 min - 1 tíma, alt eftir um vevnaðarroynd skal takast ella ikki.

Eftir kanning

Byrjar tað at bløða frá stungustaðnum eftir, at tú ert farin av Røntgendeildini, skalt tú trýsta fast niður á stungustaðið, til tað ikki bløðir meira. Hetta kann taka fleiri minuttir. Tú kanst fáa eitt blátt merki og vera eym/ur í bróstinum í nakrar dagar, orsakað av bløðingini. Tú mást ikki lyfta tungt ella gera ov nógv av restina av degnum.

Plástrið skal vera sitandi til dagin eftir, men skal tó skiftast um tað gerst vátt ella skitið.

Verður brósti heitt, hovið, sæst roði, og tú fært fepur, kann tað vera tekin um bruna, og tá skalt tú venda tær til kommunulæknan. Er tað uttanfyri viðtalutíð, skalt tú venda tær til læknavaktina á tlf.: 1870.

Uppfylging

Brósta røntgenlæknin kann sum oftast geva tær fyribils svar uppá kanningina beinanvegin, men skrivlig frágreiðing verður altíð latin ávísandi lækna. Svarið fyriliggur vanliga innan 2 gerandisdagar.

Um vevnaðarroynd er tikin, fært tú eina innkalling frá bróstambulatoriinum B3 til eina samrøðu. Tú fært eitt kunningarskriv við tær heim á kanningardegnum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
J. C. Svabosgøta, 41-49
2. hædd í B bygninginum

Leiðandi starvsfólk

Lisa Frederiksberg
Lisa.Frederiksberg@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós