Lungnalið
Sjúklingar, sum hava KOL og aðrar lungnasjúkur, kunnu fáa endurvenjing á einum liði. Liðið venur 2 ferðir um vikuna í 12 vikur tilsamans. Liði eru ætlað sjúklingum í fasu 3 og 4, ið hava minnið enn 50 % av væntaðum lungnakapaciteti. Liði verður skipað alt árið, við leypandi upptøku. Treytin fyri luttøku er, at tú ert ávístur av lungnalækna. Venjingin verður skipað av fysioterapeutum.
Bólkurin við hjartaviknansjúklingum venur í løtuni saman við lungnabólkinum týsdag og hósdag kl. 13:30 til 15:30.