Lungafysioterapi undir innlegging
Lungnafysioterapi verður veitt, tá lækni metir teg hava tørv á hesum. Fysioterapeutur kemur til tín og vísir, hvussu venjingin fer fram. Fysioterapeutur vitjar dagliga. Venjingin fer eisini fram í hølunum í Ergo- og fysioterapiini.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Fysioterapeutur fær ávísing frá sjúkrahúslækna, og tú fært eina PEP floytu við mótstøðuventilum, ein trýstmátara sum mátar hóskandi mótstøðu og eina vegleiðing frá okkum. Sjúkrahúsdeildin boðar frá, at fysioterapeutur kemur til tín. Tað er ein fyrireiking, sum tú eigur at taka atlit til.
Fysioterapeuturin vegleiðir teg.
Undir viðgerð
Tú skalt sita upprætt/ur og stuðla albogarnar á einum borði. Síðani byrja vit at venja PEPfloytuteknikkin. Hetta er ein háttur at arbeiða við lungunum, soleiðis at tú lærir at tálma andadráttinum og at fáa slím at loysna frá lungunum. Hetta gevur betur arbeiðsviðurskifti hjá lungunum og bøtir um støðu tína viðvíkjandi andingarleiðini. Saman við hesum venja vit lættar fysiskar venjingar 2 ferðir dagliga.
Eftir viðgerð
Eftir viðgerð og venjing undir innleggjan fært tú í boði at koma til ambulanta venjing. Tú fært vegleiðing í at brúka PEP floytuna eftir tørvi, tá tú ert heimkomin. Brúka floytuna um tú merkir slím í lungunum. Eftirfylgjandi skalt tú hosta upp og út við slíminum.
Uppfylging
Tú fært í boði at venja á einum lungnaholdi ambulant í 3 mánaðir fram. Síðan skalt tú endurnýggja ávísingina, um tú ynskir at halda fram við venjingunum á lungnaholdinum. Hesi hava vit 3 mðr. tvær ferðir árliga.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.
Leiðandi starvsfólk
Sára Olsensara@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.