Lokal doyving
Lokal doyving merkir, at ein avmarkaður partur av kroppinum verður doyvdur.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Ongin fyrireiking er undan eini lokalari doyving. Tó kann tað í summum førum vera neyðugt at vera fastandi.
Undir viðgerð
Doyvandi heilivágur verður sprændur beinleiðis í staðið, ið skal skurðviðgerðast.
Tú ert vakin undir doyvingini, men merkir onga pínu, har tú verður skurðviðgjørd/ur.
Eftir viðgerð
Tú kanst vænta at fara heim beint eftir doyvingina ella aftur á seingjardeildina, um tú ert innlagd/ur á sjúkrahúsið.
Ongin viðrakning er eftir eina lokala doyving.
Uppfylging
Kunning um skurðviðgerðina ella kanningina fært tú frá læknanum.
Samband
Deild
Anæstesideildin á Suðuroyar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Agnete Krambeck Vestergaardagnete@ssh.fo Johannes Theodor Høgagarð
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.