Lívsstílssjúkur
Ergo- og fysioterapiin bjóðar venjing og ráðgeving í.s.v. ovurfiti, BMI, æðrakálking, sukursjúku, KOL, astma o.a.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Kommunulækni ávísir teg til Ergo- og fysioterapiina, og tú fært eina tíð til viðtalu. Kommunulækni ávísir til kostráðgeva, um tørvur er á tí í mun til tína heilsustøðu. Hevur tú sukursjúku, ovurfiti, æðrakálking ella annað, samstarva vit við kostráðgeva um víðari viðgerð.
Vit arbeiða millum annað saman við einum kostráðgeva og bjóða fysiskar venjingar saman við ráðgeving innan kost.
Undir viðgerð
Vit byrja við eini sjúkrasøgu, har tú sigur frá tíni støðu. Fysioterapeutur ger sínar grundleggjandi og fysisku kanningar, og út frá hesum leggja vit eina venjingarætlan. Vit venja tvær ferðir um vikuna í 12 vikur.
Eftir viðgerð
Tá vit eru liðug við venjingarnar, gjøgnumganga vit eina venjingarskrá, sum tú skalt gera 2-3 ferðir um vikuna. Hetta eru venjingar sum syrgja fyri, at tú varðveitir ein sterkan kropp og fyribyrgir øðrum sjúkum.
Uppfylging
Fýra vikur eftir at viðgerðirnar eru endaðar, verður tú boðin til uppfylgjandi samrøðu. Vit gera somu fysisku kanningar, sum vit byrjaðu við, samanbera við støðuna undan viðgerðini og vóna, at tú hevur tikið teg fram.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.
Leiðandi starvsfólk
Sára Olsensara@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.