Kognitivar venjingar til børn og vaksin
Ergo- og fysioterapiin bjóðar kognitivar venjingar til børn og vaksin. Til vaksin er viðgerðin oftast grundað á partvíst lammilsi, og hjá børnum er støðan oftast grundað á neurologiska ávirkan á heilan av eitt nú cerebral paresu, tumor á heilanum, seinmenning orsakað av sjúku ella skaða.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Kommunulækni sendir Ergo- og fysioterapiini eina ávísing. Tú fært eina tíð frá okkum. Er talan um børn, skulu vaksin sjálvsagt vera við.
Undir viðgerð
Vit byrja við eini sjúkrasøgu, har tú sigur frá støðuni hjá tær ella barninum. Ergoterapeuturin ger sínar grundleggjandi kanningar og leggur síðani til rættis eina venjingarætlan. Tú venur tvær ferðir um vikuna og fært boð um at gera heimavenjingar.
Tað kemur fyri, at børn eru sensitiv ella eru órólig, og tí kunnu venjingarnar taka longri tíð enn ætlað. Ein viðgerðartími tekur vanliga um 60 minuttir.
Eftir viðgerð
Vit venja tvær ferðir um vikuna, og venjingin varar í umleið 3-6 mánaðir. Meðan venjingarnar fara fram, fáa foreldur frálæru í, hvussu tey eiga at styrkja barnið millum venjingarnar. Eru eingi sjónlig framstig eftir 6 mánaðir, tosa vit saman aftur, og møguliga rætta vit ávísingina til annan stovn til nærri útgreinan. Vit samstarva altíð við neurosálarfrøðing.
Uppfylging
1 mánað eftir at tú ert givin við venjingunum, skalt tú ringja til okkara og siga frá støðuni. Er støðan ikki nøktandi, kemur tú inn til nýggja viðtalu, og vit tosa saman um, hvussu vit síðan skulu fara fram.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.
Leiðandi starvsfólk
Sára Olsensara@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.