Kílaskurður av lívmóðurhálsinum

Endamálið við skurðviðgerðini er at taka burtur kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum.

Hvat eru kyknubroytingar á lívmóðurhálsinum?

Á lívmóðurhálsinum eru 4 stig av kyknubroytingum: Lættar kyknubroytingar, miðal sverar kyknubroytingar, sverar kyknubroytingar og carcinoma in situ broytingar

Kyknubroytingar koma eftir ein er smittaður við HPV-virus. Tað tekur ofta nógv ár, frá tí at ein er smittaður við HPV-virus, til man útviklar kyknubroytingar.

Sjúkueyðkenni

Oftast eru ongi eyðkenni. Kyknubroytingarnar verða staðfestar við kyknuroynd, sum verður tikin 3. hvørt ár hjá kommunulækna.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós