24 Læknaskrivarar 14

Skrivari til Eygnadeildina á Landssjúkrahúsinum

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir skrivara til Eygnadeildina. Talan er um fast starv á brøki 0.9 at byrja 01.05.2025 ella eftir nærri avtalu.

Eygnadeildin virkar undir Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Deildin kannar, viðger og eftirviðger sjúklingar við medisinskum og kirurgiskum eygnasjúkum. Á deildini starvast tríggir eygnalæknar, fimm sjúkrarøktarfrøðingar og tríggir skrivarar.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Móttøka og skráseting av sjúklingum
  • Samskifti við sjúklingar og onnur
  • Avgreiðsla av teldupostum, bóka tíðir og annað
  • Skriva journalir
  • Tætt samstarv við hinar fakbólkarnar á deildini

Skipanir, ið verða nýttar eru Cosmic, Mirsk, Outlook og Word.

Førleikar

  • Viðkomandi útbúgving, so sum læknaskrivara, skrivstovufólk ella líknandi
  • Arbeiðir á ein skipaðan hátt og hevur gott yvirlit
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur góðan málsligan førleika
  • Hevur góðan telduførleika
  • Royndir innan økið er ein fyrimunur

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 234523, teldupost: elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 27.04.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu. 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós