LS

Goymslufólk til Felagsgoymsluna á Landssjúkrahúsinum

Vit leita eftir einum fyrikomandi og røskum starvsfelaga.

Tú byrjar í starvinum 1. juni ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv har arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00. 

Felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum, sum er partur av Tænaststudeplinum, umsitur nýtsluvørur til føroyska heilsuverkið. Talan er um veitingar til deildirnar á Sjúkrahúsverkinum. Harumframt eru veitingar til almennar stovnar og brúkarar / borgarar kring alt landið.

Uppgávur í stuttum

  • at umsita vørumóttøku og vøruútflýggjan 
  • at bera vørur út á deildirnar
  • at pakka bíleggingar 
  • at røkja goymsluna

Væntanir til umsøkjara

  • tú er tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta og samstarva
  • tú ert væl fyri kropsliga
  • tú hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert røkin, álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
  • tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði (við serligum atliti til goymsluskipanir - ikki krav)

Vit bjóða

Vit bjóða ein spennandi gerandisdag saman við 10 dugnaligum og fittum starvsfelagum, har

tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni hjá Felagsgoymsluni. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har

tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Tú fært góðan stuðul og alla neyðuga upplæring.

Løn- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Finn Bjarna Hentze Samuelsen, deildarleiðara á Felagsgoymsluni, á telefon 234595 ella á teldupostadressu: bjasa@ls.fo

Umsóknarfreistin er 25. apríl 2025.

Vinarliga søk starvið her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós