Ls Bygningr

Summarferiuavloysarar til Reingerð, Vaskaríið, Goymsluna og Køkin á Landssjúkrahúsinum

Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tímaløntum frítíðaravloysarum í tíðarskeiðum í juni, juli og august 2025. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur  

Umsóknarfreistin Send tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. juni 2025. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn. Vinarliga skriva um tú kann arbeiða alt tíðarskeiðið, ella bert ein part, um so er, vinaliga viðmerk, hvat tíðarskeið til ber hjá tær at arbeiða.

  • ·         Vinarliga søk starvið til Reingerð her.
  • ·         Vinarliga søk starvið til Goymsluna her.
  • ·         Vinarliga søk starvið til Køkin her.
  • ·         Vinarliga søk starvið til Vaskaríið her.

Um størvini
Reingerð og borðreiðing á sjúklingadeildum

Vit eru partur av at borðreiða bæði morgunmat, døgurða, millummála og nátturða til sjúklingar. Tað inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar.

Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum á ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðstíðirnar kunna vera ymiskar, og eru tær millum kl. 7 á morgni og kl. 20 um kvøldið. Arbeiðstíðin er áleið 32 tímar um vikuna.  Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskiftið, kann koma fyri, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskiftið.

Dagligt samskifti er við sjúklingar, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Nærri fæst at vita  um størvini í borðreiðing og reingerð, við at venda sær til Súsannu Nolsøe Dahl, menningarsamskipara á tlf. 234660 millum kl 8-14 gerandisdagar. Tú kann eisini skriva til susanna.nolsoe@ls.fo

Lønar- og setanartreytir: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Vinarliga søk starvið til Reingerð her.

Vaskaríið
Arbeiðsuppgávurnar umfata sortering, pakking og at rulla klæðir. Neyðug upplæring innan økið verður givin.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar kl 7 til 15, 15 til 20 ella 15 til 22. Tó er arbeiðstíðin í summarmánunum til tíðir soleiðis, at tað viðhvørt eru vikuskiftisvaktir. Um arbeitt verður í vikuskiftinum, skal roknast við, at arbeiðstíðin er tann sama sum gerandisdagar.

Arbeiðstíðin fyri tíðarskeiðið, verður løgd til rættis við starvsbyrjan.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Sunrid Mýlingstind, deildarleiðara, telefon 234599, ella skriva til sunrid.mylingstind@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Vinarliga søk starvið til Vaskaríið her.

Køkurin
Okkum tørvar starvsfólk, sum kunnu taka sær av teimum dagligu arbeiðsuppgávunum í Køkinum og í okkara borðreiðingartoymi.

Køkurin ger mat til sjúklingar, Kafeina og Matarhøllina. Arbeiðsuppgávurnar umfata matframleiðslu, pakking, fremja innaneftirlit, borðreiðing, uppvask og reingerð av køkinum.

Dagligt samskifti er við sjúklingar, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl. 

Arbeiðstíðin er millum kl. 7-15 bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum. Vikuskiftisvaktir kunnu koma fyri umleið 2. ella 3. hvørt vikuskifti. Kvøldvaktir eru í borðreiðingartoyminum kl 16.30 til 19.00.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, deildarleiðara, telefon 234520, ella skriva til gudna@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag ella Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.

Vinarliga søk starvið til Køkin her.

Goymslan
Arbeiðsuppgávurnar umfata vøruavgreiðslu og pakking av vørum til deildir í Sjúkrahúsverkinum, og til kundar kring landið. Neyðug upplæring innan økið verður givin.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar kl 7-15.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjarna H. Samuelsen, deildarleiðara, telefon 234595, ella skriva til  bjasa@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Vinarliga søk starvið til Goymsluna her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós