16 Tænastudeild 8

Gongsgenta til fast starv á Tænastudeildini

Søkt verður eftir gongsgentu til fast starv á Tænastudeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan 10. august 2025.

Tænastudeildin fevnir um goymsluna, vaskaríið og alla reingerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 20 starvsfólk eru knýtt at deildini.

Um starvið
Starvið er parttíðarstarv á songjadeildini og er tímalønt. Arbeiðstíðin er frá kl. 17.00 til 19.00 mánadag til fríggjadag aðruhvørja viku og frá kl. 17.00 til 19.00 leygardag og sunnudag aðruhvørja viku, tó 8. hvørja viku mánadag til sunnudag kl. 17.00 til 19.00.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at gera døgurða kláran til sjúklingar, at rudda av eftir døgurða og reingerðaruppgávur.

Vit vænta, at tú
•    ert røkin
•    kanst arbeiða sjálvstøðugt
•    ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
•    dugir føroyskt ella eitt av skandinavisku málunum
•    royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur.

Vit bjóða
•    eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum 
•    ein skiftandi arbeiðsdag í góðum og skipaðum umhvørvi
•    skipaða innleiðslu og upplæring.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Schrøter, leiðara á tænastudeildini á tlf. 343300 ella teldupost ransc@ssh.fo.

Umsókn, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi 22.04.2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú kanst lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós