Kikarakanning av maganum
Gastroskopi er ein kikarakanning, ið verður gjørd av maganum.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Dagin fyri kanningina kann sjúklingurin eta vanligan mat. Aftaná kl. 24.00 skal hann fasta, t.v.s. at hann ikki skal eta, drekka ella roykja. Tekur sjúklingurin jarnískoyti, skal hetta hava ein steðg í eitt døgn undan kanningini.
Sjúklingurin skal møta í bíðirúminum við Leiðbeiningina og siga starvsfólkinum frá.
Undir kanning
Sjúklingurin fær eina song at liggja í, og ein sjúkrarøktarfrøðingur leggur kanylu í eina æðr á handarbakinum. Sjúklingurin fær doyvandi heilivág í æðrina, meðan kanningin er. Um sjúklingurin ikki ynskir doyvandi heilivág undir kanningini ber til at tosa við starvsfólkið um hetta. Sjúklingurin merkir onga pínu, men av tí at luft verður blást gjøgnum gastroskopið niður í magan, kann sjúklingurin merkja trýst um flagbróstið og kenna tørv á at ropa og spýta. Kanningin tekur umleið 5-10 min.
Eftir kanning
Eftir kanningina verður sjúklingurin liggjandi í songini, til hann er komin fyri seg. Áðrenn sjúklingurin fer heim, fær hann at eta og drekka. Er sjúklingurin innlagdur, fer hann aftur á seingjardeildina eftir kanningina. Hevur sjúklingurin fingið doyvandi heilivág, skal hann ikki koyra bil fyrr enn 12 tímar eftir kanningina.
Uppfylging
Áðrenn sjúklingurin verður útskrivaður, greiðir læknin frá úrslitinum av kanningini. Er kyknuroynd tikin av rovuni, er svarið klárt 1-2 vikur eftir kanningina. Avtalað verður, hvussu svarið skal gevast.
Faldari
Sí faldara um gastroskopi her.
Samband
Deild
Skurðdeildin á Suðuroyar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Agnete Vestergaardagnete@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.