Hoyrikanning/screening av pinkubørnum
Fyri barnið kann sjálvt ein lítil hoyrimissur fáa stórar avleiðingar, tí barnið kann missa mong ljóð, sum eru við til at geva barninum fjølbroyttari fatan av umhvørvinum.
Um hoyrimissurin verður funnin tíðliga, eru góð útlit til at bøta um hetta við millum annað hoyritóli og stimbran av hoyrisentrunum í heilanum. Jú fyrr hoyrisentrini verða stimbrað, tess betri møguleikar hevur eitt barn við niðursettari hoyrn at hoyra og búnast málsliga.