Heimavitjan
Áðrenn tú verður útskrivað/ur av sjúkrahúsinum hava terapeutar frá sjúkrahúsinum og Bú- og heimatænastuni verið á heimavitjan í heimi tínum.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Sjúkrahúsið setir seg í samband við Bú- og heimatænastuna á leið 2 vikur áðrenn útskrivan. Ein ætlan verður gjørd fyri, nær heimavitjanin skal fara fram.
Starvsfólk greiða tær og einum avvarðandi frá mannagongdini. Mett verður um, um tú ert før/førur fyri at vera við til sjálva heimavitjanina, og síðani verður avtala gjørd við Sjúkraflutningstænastuna.
Undir kanning
Heimavitjanin verður framd við fysioterapeuti ella ergoterapeuti frá sjúkrahúsinum saman við einum økisterapeuti frá Bú– og heimatænastuni. Syrgt verður fyri at maki og/ella avvarðandi eru til staðar undir heimavitjanini.
Eftir kanning
Eftir heimavitjanina syrgir sjúkrahúsið fyri, at hjálpartól og møguligar umvælingar verða bílagdar og settar í verk.
Umsókn verður send Hjálpartólamiðstøðini, og hjálpartólini verða send heim til tín. Dagfesting verður sett á heimferðina, og eru hjálpartólini ikki komin til ásetta tíð, kunnu hjálpartól útvegast til láns frá sjúkrahúsinum. Hesi letur tú inn, tá hjálpartólini frá Hjálpartólamiðstøðini eru komin.
Hjálpartólini kunnu vera song, seingjarborð, kokustólur, gongustativ, wc-hækkari o.a. Veitingartíðin er á leið fimm dagar. Er talan um akuttmál, er veitingartíðin tveir dagar.
Er talan um broytingar í heiminum, skal ráðgevi frá Hjálpartólamiðstøðini vera við á heimavitjanini átta vikur áðrenn ásettu tíð. Her er talan oftast um, at pláss skal gerast fyri eini brúsu uttan kant til sjúkling, sum hevur tørv á koyristóli ella á annan hátt er vorðin avlamin orsakað av sjúku.
Uppfylging
Sjúkrahúsið setir seg í samband við Hjálpartólamiðstøðina og fylgir við, um hjálpartólini koma til tíðina. Tú fært somuleiðis tíð til at koma til ambulanta venjing. Ber hetta ikki til, kemur ein terapeutur frá Bú- og heimatænastuni at venja við tær heima.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.
Leiðandi starvsfólk
Sára Olsensara@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.