Gjøgnumlýsing Oesophagus 1 (1)
Landssjúkrahúsið

Gjøgnumlýsing av vælindinum

Ein gjøgnumlýsing (flouroscopi) er ein kanning, har man við røntgenstrálum kann síggja "livandi" myndir av kroppinum á einum skíggja. Við gjøgnumlýsing er møguligt at fylgja við, hvussu ymiskir partar av kroppinum arbeiða.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Tak tín heilivág sum vanligt
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, so tú kanst taka tín heilivág sum vanligt.

Møt fastandi
Tú skalt fasta 4 tímar áðrenn kanning. Tú skalt eiheldur nýta tyggigummi. Týdningarmikil heilivágur kann takast við eitt sindur av vatni. Onkuntíð er neyðugt at kanna magan og buggørnini í sambandi við kanningina. Er tað neyðugt, mást tú eiheldur nýta tyggigummi ella roykja í 6 tímar áðrenn kanningina, av tí at tað økir um luft og magasýru.

Við barn og bróstageving
Boða okkum frá í góðari tíð um tú ert við barn ella gevur bróst, av tí at tað kann ávirka, hvussu ella hvør kanning verður gjørd.

Undir kanning

Tú stendur vanliga uppi undir kanningini, við ávíkavist rygginum og síðuni ímóti eini plátu. Síðani fært tú eitt glas av skuggaevni (kontrast) sum tú skalt taka upp í munnin, og svølgja tá ið røntgenlæknin sigur til.

Skuggaevnið er ein tjúkk hvít væta, sum inniheldur barium og smakkar søtt, men kann virka beisk. Samstundis sum tú svølgir, verður ein myndaupptøka gjørd, soleiðis at man kann fylgja skuggaevninum frá munninum og allan vegin niður í magan. Radiografurin og radiologurin sum gera kanningina, vegleiða teg nærri á kanningardegnum.

Fyri ikki at fáa rørslur á myndirnar, er tað týdningarmikið at tú stendur púra still/ur, og møguliga verður tú biðin um at halda andanum. Kanningin tekur umleið 15 minuttir.

Eftir kanning

Drekk ríkiligt
Fyri ikki at fáa trekan maga, er tað týdningarmikið at tú drekkur ríkiligt 1-2 dagar eftir kanningina.

Ljósur opningur
Tú kanst uppliva, at opningurin er ljósari enn vanligt, aftaná kanningina. Hetta er púra vanligt, og hvørvur aftur av sær sjálvum aftaná nakrar dagar.

Uppfylging

Svar uppá kanningina verður latið ávísandi lækna, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Tú fært nærri kunning um svartíðina á kanningardegnum.

Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
J. C. Svabosgøta, 41-49
2. hædd í B bygninginum

Leiðandi starvsfólk

Lisa Frederiksberg
Lisa.Frederiksberg@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós