Suðuroyar Sjúkrahús

Gikt

Ergo- og fysioterapiin bjóðar einstaklinga- og bólkavenjing til giktasjúklingar. Hendan venjingin er ambulant og vant verður tvær ferðir um vikuna.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Kommunulækni sendir ávísing til Ergo- og fysioterapiina, og tú fært eina tíð til viðtalu. Ergoterapeutur stendur fyri venjingunum, og byrjað verður við sjúkrasøgu, har tú sigur frá tíni støðu. Vit taka støði í hesum og teimum ergoterapeutisku kanningunum. Síðani leggja vit eina ætlan fyri venjingarnar.

Undir viðgerð

Venjingarnar fara fram í venjingarhølum í Ergo- og fysioterapiini, har atlit verður tikið til tær stóru rørslurnar og fínmotorikkin. Venjingarnar umfata eisini frálæru í ergonomi, hjálpartólum, anatomi og avmarkingum. Til ber at fáa paraffinbað til hendurnar.

Eftir viðgerð

Vit venja tvær ferðir um vikuna, og venjingarnar halda vanliga fram í tríggjar mánaðir. Tú fært útflýggjað eina endurvenjingarskrá, sum vit hava gjøgnumgingið saman. Eftir hetta ert tú vælkomin at venja í Ergo- og fysioterapiini tvær ferðir árliga. Til hetta krevst ein nýggj ávísing frá kommunulæknanum.

Uppfylging

Tú ert vælkomin at ringja til okkara, um tú hevur ivamál viðvíkjandi endurvenjingarskránni.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós