Suðuroyar Sjúkrahús

Geriatri - fyribyrgjandi venjing til fólk 65+

Ergo- og fysioterapiin bjóðar venjing til fólk 65+. Eitt sterkt likam stendur seg betur móti sjúku. Her verður arbeitt við at styrkja kroppin soleiðis, at tú bøtir um tína kropsligu heilsu og fyribyrgir sjúkum, soleiðis at tú varðveitir ein sunnan og sterkan kropp so leingi sum gjørligt.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Kommunulæknin sendir ávísing til Ergo- og fysioterapiin har tú fært ávísing til fyribyrgjandi venjingar fyri m.a. muskoloskeletalar sjúkur, porøsa beinagrind o.a.

Undir viðgerð

Byrjað verður við eini samrøðu, har tú greiðir frá støðuni. Fysioterapeuturin ger sínar grundleggjandi og fysisku kanningar, og út frá hesum verður ein venjingarætlan løgd. Vant verður tvær ferðir um vikuna í 12 vikur.

Eftir viðgerð

Tá venjingarnar eru lidnar, verður venjingarskrá gjørd, sum tú skalt gera 2-3 ferðir um vikuna. Hetta eru venjingar sum syrgja fyri at halda kroppin sterkan, fyribyrgja øðrum sjúkum og halda núverandi støðu viðlíka.

Uppfylging

Fýra vikur eftir, at venjingarnar eru loknar, kemur tú til uppfylgjandi samrøðu. Vit gera somu fysisku venjingar, sum vit byrjaðu við, og samanbera núverandi støðu við byrjunarstøðuna. Málið er, at tú hevur tikið teg fram við at halda fast við venjingunum.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós