Forkanning til pínuklinikkina
Tá tú ert skrásett/ur, og læknin hevur ávíst teg til víðari kanning og viðgerð á Pínuklinikkini, fært tú eina innkalling til forkanning, har tú hittir pínulæknan, ið eftirfylgjandi metir um, hvør viðgerð hóskar til tín.
Spurt verður um tína støðu, títt pínumynstur og heilivág, sum tú møguliga hevur roynt.
Áðrenn tú kemur til forkanning, verður tú biðin um at fylla út oyðubløð við persónligum upplýsingum. Hesi verða send tær saman við innkallingarbrævinum.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Til forkanningina greiðir tú frá tíni sjúkrasøgu, og vit tosa um tíni ynski um linna.
Av tí at tú fært nógva kunning um møguligar viðgerðir, kann tað vera eitt gott hugskot at takaein avvarðandi við til forkanningina. Tað er týdningarmikið, at sjúklingar føla seg tryggar.
Undir kanning
Eftir forkanningina fer pínulæknin saman við restini av tvørfakliga pínutoyminum at leggja viðgerðina til rættis, sum verður mett best fyri teg. Viðgerðin kann t.d. vera ein samanseting av heilivági, venjing, eini sálarfrøðiligari tilgongd, akupunkturi (TENS) og frálæru um pínu.
Eftir kanning
Tín viðgerð verður sett saman av einum ella fleiri modulum, sum hóska til tín tørv. Øll viðgerð og frálæra er ambulant yvir eitt tíðarskeið á umleið 3 ár.
Samband
Deild
Pínuklinikkin á Suðuroyar SjúkrahúsiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Theodor Høgagarð , yvirlækni Rannvá Johannesenranjo@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.