5 Endurvenjingergoterapi 5

Fimleikur fyri sjúklingar

Endamálið er at luttaka í bólki, at fáa eina kenslu av felagsskapi, góðar upplivingar, økja um nærveru, fysiska ró og at avleiða órógvandi tankar.

Vit arbeiða við at økja um kropskensluna og sambandið við egnan kropp, grounding og fysiska venjing. Samstundis styrkja vit vøddar, betra um smidleikan, kropsliga javnvág og samskipan og at stimbra ella sissa sansir.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós