ERCP
ERCP er ein kikarakanning, har læknin sær útmunnan frá gallagongd og búkspýttskertli. Fyri at síggja gallagongina á røntgenmynd, verður kontrastevni sprænt gjøgnum eina kanal í kikaranum. Tað ber eisini til at arbeiða við instrumentum gjøgnum kikaran.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Tað er umráðandi, at magin er tómur, tá kanningin verður gjørd. Tú skalt tí fasta 4 tímar undan kanningini. Tú skalt ikki eta ella roykja, men kanst drekka vatn/saft upp til 2 tímar undan kanningini - ikki mjólk.
Tú møtir fastandi á deildini, har tú fært eina song og klæðir. Blóðroyndir skulu vera tiknar, áðrenn kanningin verður gjørd. Eitt katetur verður lagt í høgru hond til doyvandi og pínustillandi heilivág, ið verður givið, meðan kanningin fer fram.
Heilivágur
Um tú tekur heilivág fast, skal tú hava hann við, so tú kanst fáa heilivág eftir kanningina.
Hevur tú insulinkrevjandi sukursjúku, ella tekur blóðtynnandi heilivág, skal tú seta teg í samband við deildina.
Undir viðgerð
Kanningin fer fram á røntgendeildini á 2 hædd.
Undir kanningin skal tú liggja á røntgenleguni í læstari síðulegu. Fram eftir rommum.
Kikarin verður førdur inn í munnin og niður í tólvfingratarmin, til útmunnan av gallagond og búkspýtkertli.
Luft verður blást niðir í magan, og hetta kann kennast sum
spenningur og geva kenslu av at skula ropa.
Eftir viðgerð
Tú verður koyrdur aftur á songjardeildina í songini. Heilivágur, ið verður givið undir kanningini, ger at tú verður linur restina av degnum. Tað ganga umleið 3 tímar, áðrenn tú fart nakað til matna aftur. Vanliga verður tú útskrivaður sama kvøld ella dagin eftir.
Tú má ikki koyra bil hendan dagin. Tú kanst føla teg sáran í hálsinum, hetta verður burtur eftir 1-2 dagar.
Skuldi tú fingið fepur og pínu í búkinum, skalt tú venda tær til kommunulæknan ella vaktlæknan.
Samband
Deild
EndoskopiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Guðrun Setberg Lindenskov , Deildarleiðarigudli@ls.fo Margretha Kjærbæk , varaleiðari
lsmarkj@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.