Epidural doyving
Epidural pínuviðgerð verður framd í sambandi við serstakar skurðviðgerðir. Her verður eitt epiduralkatetur lagt inn í ryggin í økið kring mønuna. Viðgerðin er ætlað til pínuviðgerð undir og eftir skurðviðgerð.
Nærri kunning um viðgerð
Undir viðgerð
Í síðulegu verður lokaldoyving sprænd í húðina. Gjøgnum eina nál verður eitt sera tunt plastrør ført inn í epiduralrúmið. Nálin verður tikin burtur og epidural-katetrið verður fest við plástri. Katetrið er so lítið, at hetta ikki merkist, tá tú liggurr á bakinum.
Viðgerðin tekur umleið 10-15 min.
Tá lokaldoyving verður sprænd inn í epiduralrúmið, forðar tað fyri, at pína flytur seg frá skurðstaðnum til ryggmønuna. Í stuttum kann sigast, at heilin fær als ikki boð um nakra pínu.
Eingin vandi er fyri medisineitran í sambandi við epidurala pínuviðgerð. Heilivágur verður givin, sum er hóskandi til skurðviðgerðina.
Eftir viðgerð
Triðja dagin verður katetrið aloftast tikið burtur, og pínuviðgerðin heldur fram við heilivági í droppi ella við tablettum eftir tørvi.
Tað eru sjúklingar, sum kenna vaml ella hava svimbul, og nakrir kenna minni megi í beinunum. Hjáárinini hvørva, tá viðgerðin er liðug.
Tað eru fáar komplikatiónir í sambandi við viðgerðina. Uml. 1% fáa høvuðpínu í sambandi við epidurala pínuviðgerð. Høvuðpínan er ikki vandamikil og hvørvur ein til tveir dagar eftir viðgerðina.
Verður epidural-kathetrið liggjandi meiri enn tríggjar dagar, økist váðin fyri, at bruni kemur rundan um kathetrið í rygginum. Sjúkrarøktarfrøðingur kannar regluliga epidural-kathetrið og húðina runt kathetrið. Epidural-katherið verður aloftast tikið burtur triðja dagin, um støðan hjá sjúklinginum loyvir tí.
Uppfylging
Anestesilæknin leggur eina ætlan fyri, hvørja pínuviðgerð tú skalt hava eftir skurðviðgerðina. Við heilivági í epidurala katetrinum er møguligt at gerast nærum pínuleys/-ur.
Tú skalt ikki merkja, tá tú liggur í songini.
Hostar tú ella skalt tú úr seingini, verður pínan størri, men hon má ongantíð gerast so ring, at tú ikki torir at hosta ella flyta teg í songini. Merkir tú pínu er neyðugt at broyta pínuviðgerðina.
Fyri nágreiniligari at meta um pínuna nýta vit tøl frá 0 – 10:
Tú skalt við tølunum meta um pínuna:
- Frá 0 – 3 = Ikki nógv pína
- Frá 4 – 5 = Pína í smb. við hosta og rørslu í og úr songini.
- Er pínan millum 4 – 5 í hvílustøðu, skal pínuviðgerðin broytast.
- Frá 6 – 10 = Sera nógv pína. Pínuviðgerðin skal broytast.
Samband
Deild
Anæstesideildin á LandssjúkrahúsinumHædd 2, Bygningur G
100 Tórshavn
Leiðandi starvsfólk
Hergerð Heldarskarðherhe@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.