Endurvenjingar eftir skurðviðgerð
Ergo- og fysioterapiin bjóðar viðgerðir fyri sjúklingar, ið eru skurðviðgjørdir í akslum, mjadnum, knøum o.ø.
Les faldara um endurvenjing her.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Kommunulækni ella sjúkrahúslækni senda ávísing til Ergo- og fysioterapiina, sum gevur tær eina tíð til viðtalu. Vit byrja við eini sjúkrasøgu, har tú greiðir frá tíni støðu. Fysioterapeuturin tekur støði í tíni frágreiðing og teimum fysioterapeutisku kanningunum.
Undir viðgerð
Venjingarnar fara fram í venjingarhølum okkara. Vit eru í mesta lagi seks sjúklingar á holdinum, og vit venja tvær ferðir um vikuna í tveir mánaðir. Her tosa vit eisini um avmarkingar í mun til diagnosuna, frálæru í anatomi, ergonomi og annað viðkomandi.
Eftir viðgerð
Tá venjingarnar eru komnar at enda, hava vit gjøgnumgingið eina endurvenjingarskrá, sum fysioterapeutur ella ergoterapeutur hevur útflýggjað og gjøgnumgingið saman við tær. Hesar venjingar skulu gerast 2-3 ferðir um vikuna. Hevur tú ivamál, eftir at tú eru liðug/ur í Ergo- og fysioterapiini, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara.
Uppfylging
Tá ein mánaður er farin, ringir tú til Ergo- og fysioterapiina og fortelur okkum, hvussu tað gongur við venjingunum. Hevur tú tørv á fleiri avbjóðingum, seta vit eina nýggja venjingarskrá saman.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Klaksvíkar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Benadicta Sólheim Ellingsgaard , Deildarleiðaribenadicta@ks.fo Poula Dulavík Berg , Varaleiðari
poube@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.