Endurvenjing til børn og ung
Ergo- og fysioterapiin bjóðar sansastimbrandi og kropsligar venjingar til børn og ung við ymiskum diagnosum, eitt nú cerebral paresu, krabbamein, Downs syndrom, autismu o.s.fr.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Kommunulækni sendir ávísing til Ergo- og fysioterapiina, og tú og barnið fáa eina tíð til viðtalu. Vit byrja við eini sjúkrasøgu, har tit siga frá støðuni hjá barninum. Terapeutarnir gera sínar kanningar, og vit fylgja upp við at hava eitt prát um støðuna og kanningarnar.
Undir viðgerð
Ergoterapeutur og fysioterapeutur standa fyri fyrstu viðtaluni. Er barnið undir 18 ár, skulu foreldur ella avvarðandi vera hjástødd. Vit viðmæla, at ung sum koma til fyrstu viðtalu í Ergo- og fysioterapiini, hava eitt annað av foreldrunum ella ein avvarðandi við.
Vit samstarva við ansingarstovnar, skúlar og um neyðugt barnavernd. Alt er í samtykki og trúnaði við foreldur ella avvarðandi. Venjingin tekur á leið 3-6 mánaðir.
Eftir viðgerð
Tað er av stórum týdningi, at foreldur ella avvarðandi syrgja fyri, at barnið heldur fram við heimavenjingum, eftir at viðgerðin er liðug hjá okkum. Vit kunnu samstarva við skúlar um ein ávísan aktivitet ella geva góð ráð viðvíkjandi støðuni hjá barninum. Tað kann vera í mun til kropsligt órógv, staðseting í flokkinum ella annað, sum er viðkomandi fyri trivnaðin hjá barninum.
Eftir tríggjar mánaðir ringja vit til tykkara fyri at fylgja upp. Er støðan ikki batnað, koma foreldur/avvarðandi aftur til viðtalu, og um neyðugt rætta vit ávísingina til annan stovn til nærri útgreinan.
Uppfylging
Vit fylgja gongdini við eini samrøðu, eftir at venjingarnar í Ergo- og fysioterapiini eru endaðar.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.
Leiðandi starvsfólk
Sára Olsensara@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.