Suðuroyar Sjúkrahús

Endurvenjing eftir viðgerð móti bróstkrabba

Í Ergo- og fysioterapiini bjóða vit venjing og viðgerð til kvinnur, sum hava tikið bróstið. Vanligt er, at bindivevnaðurin forðar fyri vanligari rørslu.

Faldari um endurvenjing kann lesast her.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Sjúkrahúslækni ella kommunulæknin sendir ávísing til Ergo- og fysioterapiina, og tú fært eina tíð til viðtalu frá okkum. Eftir skurðviðgerð í bróstinum er vanligt, at tú fært eina venjingarskrá at fylgja teir fyrstu dagarnar. Tú verður innkallað fáar dagar eftir skurðviðgerðina. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara, tá tú ert útskrivað av sjúkrahúsi.

Undir viðgerð

Ein fysioterapeutur kemur at fylgja gongdini og at standa fyri venjingini. Vit byrja við eini sjúkrasøgu, har tú greiðir frá tíni støðu. Fysioterapeuturin ger sínar kanningar, og út frá hesum leggja vit eina ætlan fyri venjing og viðgerð av vevnaðinum.

Eftir viðgerð

Viðgerðartíðin kann vera ymisk til longdar, alt eftir hvussu smidleikin er um akslabeltið, og hvussu vevnaðurin hevur tað. Vanliga ert tú til venjing og viðgerð í fýra vikur. Fysioterapeuturin fylgir tær væl í mun til vætu í vevnaðinum í arminum, sum venjingin skal hjálpa við.

Uppfylging

Tú ringir til okkara í Ergo- og fysioterapiini, um so er, at tú hevur ivamál, spurningar ella hevur tørv á at tosa við ein fysioterapeut.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós