9 Endurvenjingfysioterapi 3
Suðuroyar Sjúkrahús

Endurvenjing eftir mjadnaskifti

Eftir útskrivan av sjúkrahúsi fært tú eina tíð til ambulanta venjing 2-3 ferðir um vikuna í tríggjar mánaðir.

Les faldara um endurvenjing innan sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunur her.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Tú fært tíð frá fysioterapeuti um at koma til ambulanta venjing. Vit venja 2-3 ferðir um vikuna í 3 mánaðir.

Undir viðgerð

Ein fysioterapeutir tekur ímóti tær í Ergo- og fysioterapiini. Vit gera eina sjúkrasøgu, har tú sigur frá støðuni, og saman vid kanningunum hjá fysioterapeutinum, leggja vit eina ætlan fyri tína viðgerð.

Eftir viðgerð

Tá venjingartíðin er av eftir 3 mánaðir, fært tú eina venjingarskrá, sum vit gjøgnumganga saman. Hetta eru venjingar, sum tú skalt gera tríggjar ferðir um vikuna, til tú merkir, at styrkin og smidleikin er nøktandi.

Uppfylging

Tú fært í boði at seta teg í samband við okkum, um okkurt ivamál er. Hevur tú hjálpartól frá okkum, fært tú boð um at lata hesi inn aftur til okkara.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós