Endurvenjing eftir brot á lærlegghálsinum
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Ergo- og fysioterapiin móttekur ávísing frá sjúkrahúslækna. Fysioterapeutur kemur á sjúkrahúsdeildin, og vit tosa um tína støðu og gjøgnumganga tær avmarkingar, sum brotið gevur tær. Vit leggja til rættis eina mannagongd fyri venjingina.
Undir viðgerð
Fysioterapeuturin vegleiðir við venjingunum undir innleggjan. Vit venja saman tvær ferðir dagliga. Teir fyrstu 2-3 dagarnir heintar fysioterapeuturin teg á sjúkrahúsdeildini, síðani avtala vit, at tú møtir í Ergo- og fysioterapiini hvønn morgun kl. 10:00 og kl 14:00.
Eftir viðgerð
Eftir útskrivan av sjúkrahúsinum fært tú í boði at møta til ambulanta viðgerð í Ergo- og fysioterapiini 2-3 ferðir um vikuna. Her venur tú í 3 mánaðir.
Uppfylging
Tá venjingartíðin er av, hevur fysioterapeuturin gjøgnumgingið eina venjingarskrá saman við tær, sum tú skalt gera tríggjar ferðir um vikuna, til styrki og liðan er nøktandi. Gongur sum ætlað, skalt tú nú ikki gera brúk av tveimum høkjum, men bert brúka eina høkju eftir tørvi.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.
Leiðandi starvsfólk
Sára Olsensara@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.