EEG-kanning
EEG er stytting fyri elektroensephalografi, t.e. mátingar av elektrisku sveiggjunum í heilanum.
Endamálið við kanningini er at kanna signalir frá heilanum og um elektrisku sveiggini í heilanum eru normal. Hetta verður millum annað nýtt sum liður at útgreina fyri epilepsi og aðrar sjúkur við herðindum, eitt nú krampaherðindi og órógv meðan ein er við vit.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Áðrenn kanningina er tað týdningarmikið at tú:
- hevur reint og turt hár uttan hárproduktir, tá ið tú møtir
- hevur sovið 1-2 tímar minni enn tú ert von/vanur við náttina áðrenn kanningina, so tú kanst sovna meðan kanningin verður gjørd
- ikki drekkur stimbrandi drykkir, so sum kaffi, te ella sodavatn
- hevur etið áðrenn kanningina
- hevur tikið heilivág sum vant
- Um smá børn skulu kannast er tað ein fyrimunur at hava fløsku við mjólk ella saft, eina suttu og bamsu við.
Undir kanning
Eitt neurofysiologiskt heilsustarvsfólk ger kanningina, og síðani metir ein serlækni í kliniskari neurofysiologi um úrslitið.
Tú liggur á eini legu. Tað er týdningarmikið at tú liggur still/-ur. Tú fært elektrodur í hárbotnin, antin sum nálir ella sum eina húgvu, har gel verður latið niður í tær fastsettu elektrodurnar. Harafturat fært tú elektrodur klistraðar aðrastaðni á kroppinum. Elektrodurnar eru settar til eitt tól, ið mátar aktivitetin í heilanum.
Tú kanst verða biðin um at anda djúpt og skjótt (hyperventilatión), og ein lampa verður sett yvir høvdið, ið blinkar við sterkum og skjótum ljósi (fotostimulatión). Hetta verður gjørt fyri at síggja EEG-broytingar, epileptisk sjúkueyðkenni og í einkultum førum kunnu herðindi elvast av hesum.
Starvsfólk eru til staðar meðan kanningin fer fram.
Kanningin tekur uml. 1 tíma.
Eftir kanning
Kanningin er óskaðilig. Gelið í húgvuni ger, at hárið verður feittut, men tað kann vaskast úr aftur. Húðin kann, í sjáldsomum førum, ertast av gelinum.
Uppfylging
Kanningarsvarið verður sent læknanum, ið sendi ávísingina. Vit miða eftir, at hetta verður gjørt sum skjótast eftir kanningina.
Læknin leggur saman við tær eina ætlan fyri viðgerðargongdina.
Samband
Deild
Neurologiska ambulatoriiðJ.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
Leiðandi starvsfólk
Jan Rasmussen , Depilsleiðari, yvirlækni Bjarki á Rogvi-Hansen , yvirlækni og toymisleiðari Eva M. Holm , deildarleiðariHent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.