Dysfagi
Ergo- og fysioterapiin bjóðar screening fyri dysfagi til vaksin. Til vaksin er hetta oftast grundað á neurologiska sjúku, skaða, skurðviðgerð av svølgi, demens o.a
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Sjúkrahúslækni sendir Ergo- og fysioterapiini eina ávísing. Ergoterapeutur kemur á deildina til ásetta tíð.
Undir viðgerð
Vit byrja við, at ergoterapeuturin ger sínar grundleggjandi kanningar, og síðani leggur til rættis hvørjar venjingar talan er um. Ergoterapeuturin ger eina niðurstøðu út frá, hvussu tú gert brúk av munnmotorikki, svølgi og andadrátti.
Dysfagiviðgerðina fer altíð fram í tøttum samstarvi við ergoterapeutin. Ergoterapeuturin tekur sær av venjingunum, inntil framgongd er í venjingunum og viðgerðini. Eftir hetta er málið, at tú skalt fara yvir til vanligan mat, sum skal vera smáttskorin matur.
Eftir viðgerð
Hevur tú dysfagitrupulleikar, samskiftir ergoterapeuturin við sjúkrahúsdeildina um, at tú fært mat, sum er serliga tilgjørdur eftir tínum tørvi. Ergoterapeuturin venur við tær hvønn dag.
Uppfylging
Sjúklingar við dysfagitrupulleikum eru sum oftast eldri fólk, ið eru búsitandi á ellis- og røktarheimum. Eftir útskrivan av sjúkrahúsi, er tað tískil økisetrapeuturin, ið setir seg í samband við okkum um ivamál ella spurningar hesum viðvíkjandi.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Klaksvíkar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Benadicta Sólheim Ellingsgaard , Deildarleiðaribenadicta@ks.fo Poula Dulavík Berg , Varaleiðari
poube@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.