Suðuroyar Sjúkrahús

Doyving til børn

Her kunnu foreldur lesa um mannagongdirnar, tá barn tykkara skal doyvast til skurðviðgerð.

Vanligt er at møta sama dag, sum skurðviðgerðin fer fram. Men hava tit langan veg at ferðast, er møguleiki fyri at barnið saman við øðrum av foreldrunum verður innlagt dagin fyri.

Annað av foreldrunum fylgir barninum allan vegin, til tað er sovnað inni á skurðstovuni.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Anæstesilæknin kunnar seg um heilsuna hjá barninum við m.a. at lesa í journalini. Er  annað at spyrja um tosar hann eisini við foreldur og barnið, um tað kann svara fyri seg.

  • Tað, ið hevur týdning fyri doyvingina, er um barnið hevur verið doyvt fyrr, og hvussu tað tá gekk.
  • Um barnið er ovurviðkvæmt fyri onkrum.
  • Hevur onkra kroniska sjúku, sum t.d. diabetes, astma ella bronkitis.
  • Er í viðgerð við heilivági.
  • Hevur krím.
  • Hevur leysar barnatenn.

Tá ein verður doyvd/-ur, geva allir vøddar seg, eisini magavøddarnir. Er magin ikki tómur fyri føðslu, er vandi fyri, at ósodnað føðsla og magasevja renna upp í vælindið og niður í lunguni. Tað hevur tí stóran týdning, at reglugerðin niðanfyri um at fasta verður hildin.

Barnið skal vera fastandi í 6 tímar undan skurðviðgerðini. Barnið kann drekka vatn, saft, sukurvatn, djús uttan fruktbitar 1 tíma undan skurðviðgerðini. Børn, ið bert fáa bróstamjólk, kunnu í seinasta lagið fáa at súgva 4 tímar undan skurðviðgerðini.

Skurðviðgerð av børnum fer vanliga fram fyrrapartin.

Anæstesilæknin kann syrgja fyri, at barnið fær sissandi heilivág. Eisini fær barnið Emla-plástur á handarbakið, sum er lokaldoyvandi.

Brúkar barnið brillur ella hoyritól, skal barnið hava tey við á skurðgongina. Hetta ger samskiftið við barnið lættari. Hevur barnið eina yndisleiku, kann hon takast við á skurðstovuna.

Barnið skal ikki hava neglalakk, smyrsl, ringar, hálsprýði, oyraringar ella tílíkt, tá tað skal skurðviðgerast.

Hvør er leikluturin hjá foreldrinum?

Foreldur eru ofta eitt sindur fjálturstungin, tá barn teirra skal doyvast. Børn tola vanliga væl doyvingina og koma skjótt fyri seg aftur. Starvsfólkini á anestesideildini hava drúgvar royndir at doyva børn, og tí kunnu foreldur kenna seg viss um, at børnini eru í tryggum hondum undir skurðviðgerðini.

Heitt verður á annað av foreldrunum at fylgja barninum á skurðdeildina og vera hjá, tá barnið verður doyvt á skurðstovuni.

Fyrilit verður tikið fyri reinførinum á øllum skurðstovunum, tí fáa foreldrini klæði at fara í, áðrenn farið verður inn á skurðstovuna.

Undir viðgerð

Sjúkrarøktarfrøðingur tekur ímóti tykkum á skurðgongini og spyr um navn, føðingardag, ovurviðkvæmi v.m. hjá barninum, umframt hvørja skurðviðgerð ætlanin er at gera. At fáa somu spurningar settar fleiri ferðir kann verða eitt sindur ørkymlandi, men hesir eru neyðugir fyri trygdina.

Ymiskir hættir verða nýttir, tá børn verða doyvd:

  • Doyvingin kann fara fram á tann hátt, at barnið gjøgnum eina masku andar sovimedisinið inn gjøgnum nøs og munn. Barnið sovnar eftir uml. 3-4 min.
  • Eitt tunt plastrør, vanliga nevnt dropp, verður lagt í hondina, og sovimedisin verður sprænt í droppið. Barnið sovnar eftir lítlari løtu.

Tá barnið er sovnað, fara foreldrini úr skurðstovuni.

Væl útbúgvið starvsfólk innan anæstesi er alla tíðina hjá og ansar eftir barninum, meðan skurðviðgerðin fer fram.

Eftir viðgerð

Tá skurðviðgerðin er av, verður barnið flutt í inn á viðrakningarstovuna. Foreldini kunnu sita hjá barninum, meðan tað vaknar. Hetta tekur vanliga 1 – 1½ tíma. Tá barnið er vakið og hevur tað gott, verður tað flutt av viðrakningarstovuni.

Øll børn, ið eru skurðviðgjørd, verða pínuviðgjørd. Pínuviðgerðin kann vera ymisk, alt eftir hvør skurðviðgerðin er.

Pínuviðgerðin byrjar, meðan barnið er doyvt. Lokaldoyving verður sprænd runt skurðstaðið, eftir at barnið er sovnað, og virkar í fleiri tímar eftir skurðviðgerðina. Eisini verður pínustillandi sprænt inn í droppið, ið varð lagt í byrjanini av doyvingini. Harumframt verður Panodil í tablettformi ella sum stikkpillari givið eftir skurðviðgerðina.

Anæstesilæknin metir um, hvør pínuviðgerð er hóskandi til júst ta skurðviðgerðina, ið barn tykkara hevur fingið.

Uppfylging

Kunning um skurðviðgerðina ella kanningina verður givin frá læknanum.

Samband

Deild

Skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Leiðandi starvsfólk

Agnete Vestergaard
agnete@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós