Doyving til børn
Her kunnu foreldur lesa um mannagongdirnar, tá barn tykkara skal doyvast til skurðviðgerð.
Vanligt er at møta sama dag, sum skurðviðgerðin fer fram. Men hava tit langan veg at ferðast, er møguleiki fyri at barnið saman við øðrum av foreldrunum verður innlagt dagin fyri.
Annað av foreldrunum fylgir barninum allan vegin, til tað er sovnað inni á skurðstovuni.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Anæstesilæknin kunnar seg um heilsuna hjá barninum við m.a. at lesa í journalini. Er annað at spyrja um tosar hann eisini við foreldur og barnið, um tað kann svara fyri seg.
- Tað, ið hevur týdning fyri doyvingina, er um barnið hevur verið doyvt fyrr, og hvussu tað tá gekk.
- Um barnið er ovurviðkvæmt fyri onkrum.
- Hevur onkra kroniska sjúku, sum t.d. diabetes, astma ella bronkitis.
- Er í viðgerð við heilivági.
- Hevur krím.
- Hevur leysar barnatenn.
Tá ein verður doyvd/-ur, geva allir vøddar seg, eisini magavøddarnir. Er magin ikki tómur fyri føðslu, er vandi fyri, at ósodnað føðsla og magasevja renna upp í vælindið og niður í lunguni. Tað hevur tí stóran týdning, at reglugerðin niðanfyri um at fasta verður hildin.
Barnið skal vera fastandi í 6 tímar undan skurðviðgerðini. Barnið kann drekka vatn, saft, sukurvatn, djús uttan fruktbitar 1 tíma undan skurðviðgerðini. Børn, ið bert fáa bróstamjólk, kunnu í seinasta lagið fáa at súgva 4 tímar undan skurðviðgerðini.
Skurðviðgerð av børnum fer vanliga fram fyrrapartin.
Anæstesilæknin kann syrgja fyri, at barnið fær sissandi heilivág. Eisini fær barnið Emla-plástur á handarbakið, sum er lokaldoyvandi.
Brúkar barnið brillur ella hoyritól, skal barnið hava tey við á skurðgongina. Hetta ger samskiftið við barnið lættari. Hevur barnið eina yndisleiku, kann hon takast við á skurðstovuna.
Barnið skal ikki hava neglalakk, smyrsl, ringar, hálsprýði, oyraringar ella tílíkt, tá tað skal skurðviðgerast.
Hvør er leikluturin hjá foreldrinum?
Foreldur eru ofta eitt sindur fjálturstungin, tá barn teirra skal doyvast. Børn tola vanliga væl doyvingina og koma skjótt fyri seg aftur. Starvsfólkini á anestesideildini hava drúgvar royndir at doyva børn, og tí kunnu foreldur kenna seg viss um, at børnini eru í tryggum hondum undir skurðviðgerðini.
Heitt verður á annað av foreldrunum at fylgja barninum á skurðdeildina og vera hjá, tá barnið verður doyvt á skurðstovuni.
Fyrilit verður tikið fyri reinførinum á øllum skurðstovunum, tí fáa foreldrini klæði at fara í, áðrenn farið verður inn á skurðstovuna.
Undir viðgerð
Sjúkrarøktarfrøðingur tekur ímóti tykkum á skurðgongini og spyr um navn, føðingardag, ovurviðkvæmi v.m. hjá barninum, umframt hvørja skurðviðgerð ætlanin er at gera. At fáa somu spurningar settar fleiri ferðir kann verða eitt sindur ørkymlandi, men hesir eru neyðugir fyri trygdina.
Ymiskir hættir verða nýttir, tá børn verða doyvd:
- Doyvingin kann fara fram á tann hátt, at barnið gjøgnum eina masku andar sovimedisinið inn gjøgnum nøs og munn. Barnið sovnar eftir uml. 3-4 min.
- Eitt tunt plastrør, vanliga nevnt dropp, verður lagt í hondina, og sovimedisin verður sprænt í droppið. Barnið sovnar eftir lítlari løtu.
Tá barnið er sovnað, fara foreldrini úr skurðstovuni.
Væl útbúgvið starvsfólk innan anæstesi er alla tíðina hjá og ansar eftir barninum, meðan skurðviðgerðin fer fram.
Eftir viðgerð
Tá skurðviðgerðin er av, verður barnið flutt í inn á viðrakningarstovuna. Foreldini kunnu sita hjá barninum, meðan tað vaknar. Hetta tekur vanliga 1 – 1½ tíma. Tá barnið er vakið og hevur tað gott, verður tað flutt av viðrakningarstovuni.
Øll børn, ið eru skurðviðgjørd, verða pínuviðgjørd. Pínuviðgerðin kann vera ymisk, alt eftir hvør skurðviðgerðin er.
Pínuviðgerðin byrjar, meðan barnið er doyvt. Lokaldoyving verður sprænd runt skurðstaðið, eftir at barnið er sovnað, og virkar í fleiri tímar eftir skurðviðgerðina. Eisini verður pínustillandi sprænt inn í droppið, ið varð lagt í byrjanini av doyvingini. Harumframt verður Panodil í tablettformi ella sum stikkpillari givið eftir skurðviðgerðina.
Anæstesilæknin metir um, hvør pínuviðgerð er hóskandi til júst ta skurðviðgerðina, ið barn tykkara hevur fingið.
Uppfylging
Kunning um skurðviðgerðina ella kanningina verður givin frá læknanum.
Samband
Deild
Anæstesideildin á LandssjúkrahúsinumHædd 2, Bygningur G
100 Tórshavn
Leiðandi starvsfólk
Hergerð Heldarskarðherhe@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.