Døgnland - Katekolaminir
Brúkast skal 2,5 l dunkur sum inniheldur 100 mL saltsýru 2,5%.
Dunkurin fæst á Rannsóknarstovuni,
- Lat vatnið t.d. kl. 8 á morgni og koyr tað burtur
- Samla síðan alt vatnið í dunkin til og við næsta morgun kl. 8
GG: Dagin fyri at samlað verður, eigur tú ikki at hava etið ella drukkið
- Bananir
- Ananas
- Valnøtir
- kaffi
Meðan samlað verður, skal dunkurin helst goymast kalt. Fer okkurt til spillis er neyðugt at samla av nýggjum. Lat ikki vatnið beinleiðis í dunkin, tí sýra er í dunkinum.
Skriva dato og klokkutíð – bæði tá byrjað og endað verður – á bíleggingarseðilin, og
set strikukotu frá bíleggingarseðlinum á dunkin.
Dunkurin kann avleverast, saman við bíleggingarseðilinum, á ambulatoriunum hjá Rannsóknarstovuni gerandisdagar millum kl 8:00 - 14:00, ella á Rannsóknarstovuni, G0, á Landssjúkrahúsinum kl 8:00 - 16:00.
Svar á kanningina fæst við at venda sær til egnan lækna.