CTD kanning
Sum flestum kunnugt er CTD (carnitin transporter defekt) lutfalsliga vanligari í Føroyum enn í øðrum londum. Roknað verður við at umleið 1 út av 400 persónum hava sjúkuna.
Hinvegin er viðgerðin trygg og ómakaleys. Neyðugt er regluliga at taka carnitin ískoyti.
Carnitin hevur ongi týðandi hjáárin. Við viðgerð eru lívsævisvónirnar normalar. Fá meiri at vita um CTD-sjúkuna í faldaranum “Kunning um CTD” á www.himr.fo
Tikið verður eitt gjald á 100 kr. Tó so, at tey, sum hava ávísing frá lækna vegna grundaðan illgruna um CTD-sjúku ella nærskyldskap (trímeningar ella nærri), kunnu fáa kanningina ókeypis, um tey hava ávísing frá lækna.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Tað er ikki neyðugt at vera fastandi fyri at lata seg kanna fyri CTD .
Undir kanning
Blóðroyndin verður vanliga tikin úr arminum. Blóðroyndin er vanliga umleið 3 ml. Partur av blóðroyndini verður settur á serligt filturpapír, ið verður sent til kanningarstovu í Týsklandi ella Danmark. Møgulig restnøgd verður goymd í kliniska biobankanum í heilsuverkinum. Hetta verður gjørt í sambandi við møguligar eftirfylgjandi ella nýggjar kanningar, og har tað er neyðugt, viðkomandi ella praktiskt at hava royndina á goymslu.
Eftir kanning
Sum vanligt í sambandi við screeningar av PKU-kortum verða úrslit einans send í teimum førum, har tað er orsøk til víðari kanningar. Tó so, at fólk hava rætt til innlit í egnar upplýsingar.
Um úrslit av kanningarnar geva orsøk til víðari kanningar, setur vaktlæknin á Landssjúkrahúsinum seg í samband við teg. Tú verður sett/ur í fyribyrgjandi viðgerð, meðan kanningar verða gjørdar, s.s. heilsu- og hjartakanning.
Berarar verða ikki staðfestir við screeningini.
Samband
Deild
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Bára Skaale Klaksteinbara@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.