CT skanning av hjartanum
Ein CT skanning er ein teldustýrd røntgenmyndatøka, har tað er møguligt at kanna ymiskir partar av kroppinum, sum hjarta. Ein CT skanning vísir gøgnini meira nágreiniligt, enn ein vanlig røntgenmynd.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Tak blóðroynd áðrenn kanning
Okkum tørva eina blóðroynd av tínum se-kreatinini áðrenn kanningina. Hevur tú diabetes, skal blóðroyndin ikki vera eldri enn 1 viku. Hevur tú ikki diabetes, skal blóðroyndin ikki vera eldri enn 3 mánaðir. Set teg í samband við ávísandi lækna fyri at fáa blóðroyndarseðil útflýggjaðan.
Við barn og bróstageving
Boða okkum frá í góðari tíð um tú ert við barn ella gevur bróst, av tí at tað kann ávirka, hvussu, hvør ella nær kanning verður gjørd.
Tak tín heilivág sum vanligt
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, so tú kanst taka tín heilivág sum vanligt.
Nýt ikki metalprýði o.a
Áðrenn kanningina – og helst heimanifrá – skalt tú taka allir metallutir, sum t.d. metalprýði, ur, og piercingar av.
Tú mást IKKI:
- drekka kaffi, té ella kola frá midnátt kvøldi fyri kanningina.
- roykja 2 tímar áðrenn kanning.
- íðka ítrott ella annað, ið er kropsliga krevjandi
- taka viagra 48 tímar innan kanning.
Undir kanning
Í fyrireikingar rúminum
Tú møtir í bíðirúminum til CT skannaran á 1. hædd, eftir avtalu við seingjardeildina B8, har ein sjúkrarøktarfrøðingur tekur ímóti tær. Pulsur og blóðtrýst verða mátað, og tú fært eitt lítið katetur (venflon) lagt í eina æðr við einari nál. Um pulsurin er ov høgur, fært tú heilivág fyri at lækka hann, og tað hevur við sær bíðitíð, ímeðan heilivágurin virkar. Pulsurin skal helst liggja undir 60, fyri at fáa eina væleydnaða kanning við góðari góðsku.
Í kanningar rúminum
Tveir radiografar taka ímóti tær og fyrireika teg til skanningina. Tú liggur á einari legu, og fært elektrodur, sum máta hjartaslátturin, á bringuna. Pulsur og blóðtrýst verður aftur mátað, og tú verður vegleidd/ur við andadráttinum.
Sproytan við skuggaevninum verður bundin saman við kateturinum tú hevur fingið lagt í æðrina. Skuggaevni verður sprænt inn ígjøgnum kateturið undir sjálvari skanningini. Tú kanst fáa kensluna av hita í øllum kroppinum, trongd til at lata vatnið og metal smakk í munnin. Hetta fer tó skjótt burtur aftur. Kateturið verður tikið úr, tá ið skanningin er liðug.
Fyri at víðka um æðrarnar í hjartanum soleiðis at tær betur síggjast á myndunum, fært tú nitroglycerin sproyta undir tunguna. Hetta kann geva eitt sindur av høvupínu.
Tað verður stremba eftir at skannað, tá ið hjarta er í hvílufasu,fyri at fáa minst rørðslu á myndunum.
Kanningartíð
Kanningartíðin er uml. ½-1 tíma tilsamans, og harumframt skalt tú vera á Røntgendeildini í ½ tíma eftir kanningina, av tí at tú hevur fingið skuggaevni.
Eftir kanning
Tú hevur fingið skuggaevni
Skuggaevni kann elva til ovurviðkvæmi, og tí skalt tú bíða í móttøkuni á Røntgendeildini í ½ tíma eftir kanning. Ovurviðkvæmi kann m.a.vísa seg við útslett, kvalma, spýggju, trongd ella skriða í hálsinum. Merkir tú nakað óvanligt, skalt tú siga frá í móttøkuni.
Drekk ríkiligt
Drekk nógva vætu restina av degnum t.d. vatn, saft ella juice – minst 2 litrar. Tá ið kroppurin fær nokk av vætu, hjálpur tú nýrunum at fáa skuggaevni úr kroppinum aftur. Eftir einum døgni er alt skuggaevni farið úr kroppinum við landinum, og hetta hvørki sæst ella merkist.
Uppfylging
Svar uppá kanningina verður latið ávísandi lækna, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Tú fært nærri kunning um svartíðina á kanningardegnum.
Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin atseta teg í samband við Røntgendeildina.
Samband
Deild
Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum2. hædd í B bygninginum
Leiðandi starvsfólk
Lisa FrederiksbergLisa.Frederiksberg@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.