Landssjúkrahúsið

Bróstskurðviðgerð

Her kanst tú lesa meir um um bróstskurðviðgerð á Landssjúkrahúsinum.

Tú kanst millum annað lesa um, hvussu tú fyrireikar teg til skurðviðgerðina, og hvørjum tú kanst rokna við eftir at skurðviðgerðina.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Dagin fyri skurðviðgerðina ringir ein sjúkrarøktarfrøðingur til tín millum kl. 14 og 15 við boðum um, nær tú skalt møta.

Um tú tekur heilivág regluliga, verður tú kunnað um, hvønn heilivág tú skalt taka skurðviðgerðardagin, og hvønn heilivág tú ikki skalt taka.

Reinføri
Tú verður biðin um at fara undir brúsu kvøldið fyri og taka hárini undir arminum burtur.

Fasta
Tú kanst eta til á midnátt, og síðan skalt tú fasta. Tú kanst drekka til tveir tímar áðrenn skurðviðgerð (sí faldara um doyving).

Undir viðgerð

Tú møtir fastandi. Tú verður biðin um at fara til leiðbeining at siga frá, at tú ert møtt.

Ein sjúkrarøktarfrøðingur tekur ímóti tær, og tú verður fyrireikað til skurðviðgerðina. Tú fært samleikaarmband, skurðklæðir, stuðulssokkar, brósthaldara, og vit máta pulsin og blóðtrýstið. Skurðlæknin kemur at tosa við teg og markerar skurðstaðið.

Pínustillandi

Tú fært bjóðað pínustillandi tablettir áðrenn skurðviðgerðina. Tablettirnar hava langtíðarávirkan móti pínu og virka undir og aftaná skurðviðgerðina.

Síðani verður tú heintað av portøri, ið koyrir teg til skurðstovuna. Tá skurðviðgerðin er liðug, verður tú flutt til viðrakningar. Tá tú ert vaknað, kemur tú aftur í Dagskurð.

Eftir viðgerð

Tú kanst eta og drekka beinanvegin.

Tað er umráðandi, at tú kemur á føtur so skjótt sum til ber eftir skurðviðgerðina. Hettar minkar um vandan fyri hjáárin. Vit stuðla tær sjálvandi í tann mun, tað er neyðugt.

Møgulig bløðing

Aftaná skurðviðgerðina kann tað koma fyri, at tað bløðir í skurðinum ella innan fyri skurðin. Í tílíkum førum kann tað verða neyðugt at steðga bløðingini við eini minni skurðviðgerð.

Tað er ikki óvanligt, at landið litast blátt. Hetta kemur av kontrastini, sum er latið í bróstið undir skurðviðgerðini, og liturin verður sum oftast vanligur aftur aftaná eitt samdøgur.

Ver ikki einsamøll

Vit mæla til, at tú er saman við einum vaksnum fyrsta døgnið eftir skurðviðgerðina.

Samband

Deild

Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum
G2
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Leiðandi starvsfólk

Guðrun Setberg Lindenskov
gudli@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós