Blóð í skarni
Brúkast skal eitt serligt glas til endamálið. Hetta fæst á Rannsóknarstovuni.
- Loys proppin av prøvaglasinum
- Koyr pinnin í skarnið, 6 ymisk støð, so nakað av skarninum situr á pinninum.
- Turka pinnin um neyðugt, fyri at klumpar ikki skulu koma í kanningarglasið.
- Pinnurin skal í aftur kanningarglasið. Skrúva proppin á og rist glasið.
- Set strikukotu frá bíleggingarseðlinum á kanningarglasið.
Glasið kann avleverast, saman við bíleggingarseðilinum, á ambulatoriunum hjá Rannsóknarstovuni gerandisdagar millum kl 8:00 - 14:00, ella á Rannsóknarstovuni, G0, á Landssjúkrahúsinum kl 8:00 - 16:00.
Svar á kanningina fæst við at venda sær til egnan lækna.