Landssjúkrahúsið

At taka lívmóðurina

Lívmóðurin kann takast við at gera eitt sokallað ”bikini snit” ella við at fara upp gjøgnum skeiðina.

Tað er í samráð við læknan, um lívmóðurhálsurin eisini skal takast.

Um lívmóðurhálsurin verður varðveittur, er tað framvegis neyðugt at taka kyknuroynd eftir galdandi reglum.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Skurðviðgerðin fer fram í fullari doyving, og tí verður tú biðin um at vera fastandi, tá tú møtir. Tað merkir, at tú einki skalt eta ella drekka frá miðnátt dagin fyri skurðviðgerðina.

Undir viðgerð

Skurðviðgerðin verður gjørd í fullari doyving og tekur 1–2 tímar. Fyri at fyribyrgja blóðtøppum fært tú stuðulssokkar og eina sproytu við blóðtynnandi heilivági frá skurðdegnum og til tú verður útskrivað.

Eitt katetur verður lagt upp í bløðruna, sum verður tikið burtur næsta morgun.

Eftir viðgerð

Roknast kann við sárpínu. Á deildini verður givið fast pínustillandi og eftir tørvi.
Bløðing og brúnligt útflot frá skeiðini er vanligt og kann vara upp til 4 vikur.

Um skurðviðgerðin er gjøgnum skeiðina kann roknast við bløðing, tá ið sárskorpan loysnar millum 7. og 10. dag.

Fyri at fáa magan í rættlag aftur, er umráðandi við røttum kosti og rørslu. Um tú hevur trekan maga ella ongan opning, kanst tú fáa heilivág fyri hetta á deildini.

Fyri at koma teg skjótast gjørligt og fyribyrgja møgulig hjáárin, er umráðandi at tú longu sama dag ert á fótum aftur og heldur teg í gongd.

Eftir útskrivan

Tú kanst gera allar vanligar rørslur og uppgávur innan pínumarkið. Frárátt verður at lyfta yvir 3 kg tvær tær fyrstu vikurnar og at íðka harðan ítrott.

Fyri pínu kanst tú taka Panodil/Pinex 500 mg (2 tablettir) 4 ferðir um dagin og brufen 200 mg 1-2 tablettir eftir tørvi.

Vit ráða tær frá at hava samlegu, at nýta tampax og at fara í baðikar og svimjihyl, meðan tú bløðir. 

Um lívmóðurin verður tikin við ”Bikini skurði", kanst tú hava niðursettar kenslur í húðini undur skurðinum. Tað kann taka 3 til 6 mánaðir, áðrenn hetta kemur í rættlag aftur.

Um tekin er um bruna sum fepur, pínu, og húðin er reyð og hovin, skalt tú seta teg í samband við kommunulækna.

Tú verður sjúkrameldað í 3-4 vikur, alt eftir arbeiðstyngd.

Pentur verða tiknar hjá kommunulæknanum ella á deildini millum 5.- 7. dagin.

Umleið 6 vikur eftir skurðviðgerðina kemur tú til eftirkanning hjá gynekologi.
Eftir at lívmóðurin er tikin, hevur tú ikki menstruatión longur og tú kanst ikki gerast við barn.

Um eggjarøturnar ikki verða tiknar, framleiður tú framvegis  østrogen.

Far til lækna:
- um tú fært meira enn 38° fepur
- um tú hevur útflot, ið luktar illa
- um tú hevur tjúkt, gult útflot ella ógvusliga bløðing frá sárinum

Samband

Deild

Gynækologisk ambulatorium
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Vitjanartíð

10.30 - 12.30

Leiðandi starvsfólk

Diana Reynstind , yvirlækni

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós