Andadrátstrupulleikar og CPAP-viðgerð
Andadráttstrupulleikar og RDS (respiratorisk distress syndrom) eru tey vanligastu sjúkufyribrigdini í lungunum hjá nýføðingum.
Hjá børnum, ið eru ov tíðliga fødd, er orsøkin óbúgvin lungu, og jú fyrr barnið er føtt, størri er møguleikin fyri at fáa RDS. Í lungunum er bløðrulíknandi vevnaður, har luftskifti fer fram. RDS kemur av, at lunguni ikki framleiða nóg nógv surfaktant, sum síðani hevur við sær, at lungnabløðrurnar fella saman, og tí fær barnið trupulleikar við andadráttinum.
Børn, sum ikki eru ov tíðliga fødd, kunnu eisini fáa trupulleikar við andadráttinum. Orsøkin hjá fullbornum nýføðingum er ikki altíð tengd at ov smáum mongdum av surfaktant, men hevur ofta aðrar høvðusorsøkir. Ein av hesum orsøkum kann vera
væta í lungunum, sum tarnar normalum luftskifti millum lungnabløðrur og blóðrensl.
CPAP- viðgerð hjá bæði ov tíðliga føddum og fullbornum strekkir seg yvir styttri ella longri tíðarskeið. Nýføðingar, sum eru føddir til tíðina, kunnu eisini fáa trupulleikar við andadráttinum av øðrum orsøkum.
Børn fødd áðrenn viku 37 eru ov tíðliga fødd, men tað eru ikki
øll sum fáa trupuleikar við andadráttinum.
Jú yngri barnið er, jú størri møguleiki er fyri, at onkur trupulleiki er við andadráttinum, og jú longri kunnu tey væntast at liggja í CPAP. Børn, sum eru serliga útsett og ofta fara í viðgerð við CPAP, eru:
- Ov tíðliga fødd
- Planlagdur keisaraskurður
- Asfyxi
- Diabetes mellitus (sukursjúka)
- Børn, sum verða køld eftir føðing