467573158 976897541121151 8539751488843601801 N

"Tit eru ein stór resursa í okkara samfelagi"

 Hetta var greiði boðskapurin frá fótsártoyminum á Landssjúkrahúsinum til fótterapeutarnar og ortopædiska skómakaran, ið vóru savnað á fótsárverkstovu fríggjadagin 15. november, ið Steno Miðstøðin og Sárambulatoriið á Skurðdeplinum høvdu tikið stig til saman við Anne Rasmussen, fótterapeuti og toymisleiðara á Steno Diabetes Center Copenhagen. 

Fyri ein persón, sum hevur diabetes, kann tað gerast sera álvarsligt at fáa eitt sár á fótin – tvs. eitt diabetes fótsár. Og hevur tú einaferð havt eitt sár á fótinum, eru sannlíkindini at tú fært eitt annað nógv størri.

Vit kunnu gera okkara at fyribyrgja, at diabetes fótsár taka seg upp. Persónurin við diabetes og avvarðandi fylgja tilmælunum og eru uppmerksom uppá vandan at fáa seinfylgjur av diabetessjúkuni, ið, umframt diabetes fótsár, eisini fevnir um skaðar á størri og smærru æðrarnar og nervarnar í kroppinum, ið kunnu føra til blóðtøppar, eygnasjúku og nýrasjúku. Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar í primera og sekundera heilsugeiranum gera sítt til, at diabetesviðgerðin er so góð sum gjørligt, so at persónurin arbeiðir fram í móti at røkka sínum viðgerðarmálum. Øll, ið hava diabetes í Føroyum, hava harumframt rætt til seks vitjanir hjá fótterapeuti árliga við ískoyti. Fótterapeuturin hjálpir tær at halda føturnar sunnar og at varnast byrjandi fótsár. Hjá ortopediskum skómakara ber til at fáa gjørt innlegg ella sergjørdan fótbúna, sum lættir um og kann bøta um t.d. viðføddar skeivleikar í fótbygnaðinum.

Hevur ein persónur við diabetes eitt fótsár, má hetta viðgerast beinanvegin! Verður tað ikki viðgjørt beinanvegin, kann avleiðingin vera ein ella fleiri amputatiónir, ella í ringasta føri deyði. Tó at tað kann vera komið hartil, har onki annað er at gera, er tað at fáa amputerað ein lim eitt stórt inntriv í lívsgóðskuna og førleikarnar hjá tí einstaka og kostnaðarmikið fyri samfelagið.

Sárambulatoriið á Landssjúkrahúsinum, ið er mannað við tveimum sársjúkrarøktarfrøðingum, viðgera flestu sár á Landssjúkrahúsinum og eru eisini ráðgevandi í mun til sárviðgerð. Hevur ein tørv á kar-kirurgi, verður persónurin sendur til Ríkissjúkrahúsið at verða skurðviðgjørdur.

Fótsárverkstovan er partur av betranarátaki, ið Steno Miðstøðin hevur tikið stig til í samstarvi við Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum. Endamálið við átakinum er at betra um fótsártilboðið í Sjúkrahúsverkinum við at seta á stovn eitt tvørfakligt viðgerðartoymi, ið er mannað við heilsustarvsfólki á Skurðdeplinum/Sárambulatoriinum og Medisinska deplinum/Steno Miðstøðini. Endamálið er at tryggja eina framkomna, einsháttaða og skjóta sjúkuavgerð og viðgerðargongd. Hjá persónum við diabetes er tað avgerandi at seta inn fyribyrgjandi og tíðliga fyri at forða fyri álvarsligum fylgjum sum amputatiónum.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós