31 Bygningar LS 4

Psykiatri í Føroyum í 55 ár

Psykiatri í Føroyum í 55 ár

Í dag eru tað 55 ár síðani fyrsta psykiatriska deildin lat upp í Føroyum. Tað var tann 29. oktober í 1969, og hetta var ein stórur dagur, tí tá varð Statshospitalið í Havn eisini tikið í brúk.

Leingi hevði tað verið ávegis, og gjørdist tað ein stór broyting fyri fólki við sálarsjúku, sum annars vórðu send til Danmarkar til viðgerðar.

Nógv er broytt síðani hendan dagin, og nógv góð starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum arbeiða alsamt við, at vit skulu hava eitt dygdargott viðgerartilboð til føroyingar við sálarsjúku.

Tá Psykiatriin hátíðarhelt 50 ára dagin, varð eitt blað útgivið. Tað tolir at verða endurlisið, sí viðheft niðanfyri.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós