Parkinson rehabilitering og forkanningar á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Í mars mánaði komandi ár verður aftur møguligt at luttaka í Parkinson rehabilitering á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta er eitt tilboð til sjúklingar við Parkinson, ið vegna teirra avmarkaðu førleikar eru í vanda fyri at blíva skerdir í sínum kropsliga, sálarliga, og/ella sosialavirksemi. Endamálið við Parkinson rehabiliteringini er at menna førleikarnar hjá luttakarunum til mest møguligt sjálvbjargni og at endurvinna lívsgóðskuna í gerandisdegnum.
Áðrenn støða verður tikin til luttøku á rehabiliteringsskeiðnum, verður ein forkanning gjørd. Endamálið við forkanningini er at finna útav, hvørjar avbjóðingar ávirka gerandisdagin hjá sjúklinginum og at gera eina endaliga visitatión til rehabiliteringsskeiðið. Gjørd verður ein meting av støðuni hjá sjúklinginum, og hugt verður eisini eftir øðrum viðkomandi avbjóðingum, ið kunnu hava týdning í sambandi við luttøku á rehabiliteringsskeiðnum.
Forkanningar verða gjørdar á Suðuroyar Sjúkrahúsi 3. mars 2025.
Parkinson rehabilitering verður aftur í tíðarskeiðnum 17. – 28. mars 2025. Pláss er fyri 8 luttakarum.
Meira fæst at vita her ella við at venda sær til Sáru Olsen, leiðandi fysioterapeut á tlf. 34 33 00.