IMG 5768

Landsstýriskvinnan á vitjan á Diagnostiska depli

Diagnostiski depilin – har hátøkni og lívfrøði renna saman
Týsdagin 11. februar komu Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum og Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum á vitjan á Diagnostiska depli á Landssjúkrahúsinum.

Mitt í hjartanum á Landssjúkrahúsinum liggur Diagnostiski depilin. Diagnostiski depilin fevnir um Rannsóknarstovuna og Røntgendeildina, og depilsleiðarar eru Ann E. Østerø og Sissal Clemmensen. 

Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum
Starvsfólk á Rannsóknarstovuni gera kanningar innan seks ymisk serøkir: Biokemi, immunologi, patologi, mikrobiologi, fysiologi og nuklearmedicin, umframt neurofysiologi. Uppgávan hjá Rannsóknarstovuni er at greina kanningartilfar, sum er tikið og móttikið frá Landssjúkrahúsið, hinum sjúkrahúsunum í Sjúkrahúsverkinum og kommunulæknum.

Birita K. Samuelsen, deildarleiðari, greiddi frá ætlanum at  menna deildina tøkniliga, fyri áhaldandi at tryggja skjót svar, tí kanningartalið økist á øllum økjum – og vísti gestunum runt á Rannsóknarstovuni.

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
Starvsfólk á Røntgendeildini gera kanningar við hjálp av háteknologiskum tólum. Kanningarnar fevna um: Vanligar røntgenkanningar, CT skanningar, MR skanningar, Ultraljóðkanningar, Gjøgnumlýsing, kliniska mammografi og mammografiscreening.

Lisa Frederiksberg, deildarleiðari, vísti gestirnar runt á Røntgendeildini. Lisa fortaldi um verkætlan, sum Røntgendeildin er partur av saman við Ríkissjúkrahúsinum, ið krevur at radiografar framhaldandi halda fakligar førleikar viðlíka.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós