Krabbakafé á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Skipað verður fyri krabbakafé í kantinuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi annan hvønn tórsdag kl. 15-16.
Krabbasjúka og viðgerð kann hava kropsligar, sálarligar, sosialar og eksistensiellar broytingar við sær í gerandisdegnum. Vit bjóða undirvísing og prát um hesar avbjóðingar, og høvi verður at møta øðrum, ið eru í somu støðu.
Luttakandi fakbólkar eru: Fysioterapeutur, sálarfrøðingur, ergo- og manuellur terapeutur. kostráðgevi, neurosálarfrøðingur, sosialráðgevi og sjúkrarøktafrøðingur.
Tilmelding: Ring 343300 (leiðbeiningin) gerandisdagar millum kl. 8-15 ella send ein teldupost til oslch@ssh.fo.
Sí skránna á myndini niðanfyri: