Hava nú fingið felags visitatión innan ortopedi
Eitt av strategimálum Sjúkrahúsverksins hevur verið at fáa eina felags visitatión fyri Sjúkrahúsverkið. Ein felags visitatión er fortreyt fyri, at virksemið og tilfeingið í Sjúkrahúsverkinum kann gagnnýtast til fulnar og tí gleðast vit um, at gleðast vit um, at skjøtil er settur á felags visitatión fyri ortopedi.
Tann 20. januar vórðu broytingar settar í verk, so at ávísingar, sum læknar senda, allar enda á sama stað, og ikki á trimum ymiskum støðum alt eftir um ávísingin er til Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús ella Suðuroyar Sjúkrahús.
Broytingin virkar til at vit, við einari inngongd og felags visitatión til ávísingar innan hvørja sergrein, sleppa undan dupultávísingum. Harvið kann kapasiteturin gagnnýtast optimalt og størri gjøgnumskygni verður í bíðitíðunum.
Endamálið við broytingunum er at:
-
høvuðsvisitator fær betri og skjótari beint sjúklingin á rætta stað
-
tryggja betri gjøgnumskygni
-
tryggja viðkomandi upplýsingar
-
tryggja færri afturvísingar av ávísingum