60 læknar í útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum
Vit gleðast um støðugt hækkandi talið av útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum. Í løtuni eru 60 læknar í ymiskum útbúgvingarstørvum.
Tað tekur nógv ár at útbúgva seg til lækna, og tað er gleðiligt at so nógvir læknar velja at taka partar av útbúgvingini í Føroyum. Á Landssjúkrahúsinum frøðast vit um at hava fleiri og fleiri størv í boði.
Vit hava í løtuni 23 KBU læknar í útbúgvingarskipanini/starvi. Klinisk basisuddannelse (KBU) er tað fyrsta liðið í tí læknaligu víðariútbúgvingini. Í KBU brúkar ein sína vitan frá universitetinum til at vera lækni. Tað er eitt krav at allir læknar skulu ígjøgnum KBU forløb eftir loknan læknalestur á universitetinum.
17 læknar eru í løtuni í introstarvi á Landssjúkrahúsinum, innan 11 ymiskar sergreinar. Eitt introduktiónsstarv er í flestu førum ein samlað setan á 12 mánaðar, har ein ynskir at fáa praktiskar royndir og innlit í sergreinina, áðrenn ein velur endaligu sergreinina. Tað er møguligt at royna fleiri introduktiónsstørv.
14 læknar eru í høvuðsútbúgvingarstarvi í almen medisin, tað vil siga at hesir læra til kommunulækna. Høvuðsútbúgvingarstarv í almen medisin er sett saman av 4 ½ ári.
Harafturat hevur Landssjúkrahúsið í løtuni 6 læknar sum taka partar av síni serlæknaútbúgving her og restin av útbúgvingini verður tikin á donskum sjúkrahúsum.
Í dag eru uml. 100 føroyingar sum lesa til lækna og vit vóna at síggja tey á Landssjúkrahúsinum komandi árini.